Lýsing
Vit sóknast eftir tveimum dagrøktarum til at arbeiða fulla tíð.
Hvat eyðkennir arbeiði sum dagrøktari?
Arbeiði sum dagrøktari er spennandi og mennandi, eins og tað krevur áhuga og góðar førleikar til at vera um smábørn. Vit arbeiða útfrá eini tilgongd, har smábarnið hevur rætt til ein tryggan og mennandi gerandisdag við positivum samspæli millum vaksin og børn. Eisini er umráðandi at børnini hava eitt virkið inni og útilív.
Arbeiðsstaðurin er í tínum egna heimi, og í Spælistovuni á Brekku 36 í Klaksvík. Aldurin á barnabólkinum er 10 mánaðir til 3 ár. Ein dagrøktari hevur 3-4 børn, og hetta gevur tíð til nærveru og umsorgan til tað einkulta barnið í smáum bólkum.
Í løtuni starvast 16 dagrøktarir í skipanini.
Vit ynskja, at tú:
- hevur góða sálarliga og fysiska heilsu, og trívist við at arbeiða bæði sjálvstøðugt og í einum bólki.· hevur góð evnir til at skilja smábørn, og kann hava eitt viðurkennandi og gott samskifti við øll foreldur.
- hevur hug og tol til at samspæla við børnini gjøgnum dagin, og soleiðis byggja eina trygga relatión millum tann vaksna og børnini.
- í verki gevur børnunum ein tryggan og fjølbroyttan gerandisdag, har virðing og umsorgan fyri einstaka barninum er kjarnan.
- ert sinnað/ur at samstarva við starvsfelagar og onnur fakfólk, fyri at hjálpa til eitt gott og mennandi arbeiðsumhvørvið.
Heimið má vera smábarnavinarligt við pláss, og útiøki við girðing og góðum uttanfyri. Eisini skal pláss vera fyri sovivognum og tvíburðastóli.
Umsókn og setarnarviðurskiftir
Starvið verður sett eftir nærri avtalu. Dagrøktarskipanin arbeiðir eftir Dagstovnalógini.Lønar- og setunarviðurskifti eru sambært sáttmála millum Kommunala Arbeiðs-gevarafelagið og Starvsmannafelagið.
Arbeiðstíðin er ímillum kl. 7.30 – 17.15.
Barnaváttan krevst frá dagrøktara, og øðrum sum búgva á matriklinum, sum eru yvir 15 ár og sum kunnu væntast at koma í samband við dagrøktarbørnini.
Eftir 3 mánaðir hava vit eina eftirmetingarsamtalu, um hvussu royndartíðin hevur gingist.
Vælkomin at ringja til Fríðunn Jacobsen, leiðara á telefon 554119. Eg svari fegin tykkara spurningum.
Umsóknir verða viðgjørdar leypandi og starvi sett tá røttu umsøkjarar eru komnir, tó seinast týsdagin 15. juli 2025
Tú søkir starvið við at trýsta her.
Stutt um Klaksvíkar Kommunalu Dagrøkt
Dagrøktarskipanin er ein stovnur undir Trivnaðardeildini hjá Klaksvíkar kommunu. Í skipanini arbeiða 16 dagrøktarir, 1 hjálparfólk og ein økisnámsfrøðingur. Í løtuni ganga umleið 50 børn í dagrøkt. Tveir/tríggjar dagar, áleið aðru hvørja viku, eru 3-4 dagrøktarir í bólki saman við børnum í Spælistovuni. Her koma broytingar fyri við jøvnum millumbilum. Hesar dagarnar er gestarøkt skipað sambært sáttmála, har hjálparfólk eisini er inni. Ein økisnámsfrøðingur hevur regluligar vegleiðandi og ráðgevandi vitjanir úti í heiminum hjá dagrøktarinum. Saman við dagrøktara hevur økisnámsfrøðingurin skipaðar samtalur við foreldur og aðrar fakbólkar.