Sunda Kommuna
Útgivið
2. maj 2025
Útgongur
23. maj 2025
Staður
Faroe Islands
Starvsstaður

Lýsing

Sunda kommuna søkir eftir leiðara til dagstovnin á Flatinum á Oyrarbakka at byrja 1. august 2025 ella eftir nærri avtalu. Talan er um eitt fulltíðarstarv.

Leiðarin er starvssettur hjá Sunda kommunu við arbeiðsstaði á dagstovninum á Flatinum á Oyrarbakka.

Um dagstovnin á Flatinum
Dagstovnurin á Flatinum fevnir um vøggustovu, barnagarð og frítíðarskúla. Á Flatinum eru umleið 98 børn og 30 starvsfólk.

Dagstovnurin liggur í náttúruríkum umhvørvi, sum í stóran mun setur sín dám á námsfrøðiliga innihaldið.

Vit ímynda okkum ein leiðara, ið hevur hugsjónir í mun til námsfrøði og leiðslu, og sum vil virka fyri einum høgum fakligum støði, har námsfrøðiliga tænastan er í miðdeplinum. Einum leiðara, ið tekur ábyrgd og ynskir støðuga menning í egnum starvi, fyri starvsfólkini og av tí námsfrøðiligu tænastuni.

Leiðarin, saman við varaleiðaranum, mynda leiðslutoymið á stovninum. Leiðarastarvið er tí ein samantvinnan av sjálvstøðugum arbeiði og samstarvi, har tú fært avbjóðingar og møguleika fyri menning.

Um starvið
Sum dagstovnaleiðari kemur tú at arbeiða í tøttum samstarvi við kommunustjóran, og saman við øðrum dagstovnaleiðarum. Samstarvið hevur stóran týdning fyri, at dagstovnaøkið kann arbeiða fram móti eini felags kós og námsfrøðiligari dygd.

Í starvinum krevst at tú:

  • Hevur ábyrgd av, at dagstovnavirksemið verður útint í samsvar við lógarverk, ásetingar og mál
  • Hevur ábyrgd av at skapa umstøður fyri góðum dagstovnavirksemi
  • Hevur leiðsluábyrgd av starvsfólkunum á dagstovninum og setir starvsfólk, í samstarvi við varaleiðara og álitisfólk
  • Hevur ábyrgd av starvsfólkamenning í samstarvi við varaleiðaran
  • Hevur yvirskipaða ábyrgd av foreldrasamstarvinum
  • Hevur fíggjarligu og námsfrøðiligu ábyrgdina á dagstovninum
  • Hevur ábyrgd av at tryggja umstøður fyri góðum dagstovnavirksemi
  • Hevur ábyrgd av at arbeiða við umstøðum, ið krevja menning ella ábøtur
  • Hevur yvirskipaða ábyrgd av bæði innanhýsis og uttanhýsis tvørfakliga samstarvinum
  • Støðugt arbeiðir við at betra umstøðurnar á stovninum

Førleikakrøv

  • Tú hevur útbúgving sum námsfrøðingur
  • Tú hevur leiðsluførleikar
  • Tú megnar at stuðla og kveikja áhaldandi menning av námsfrøðini á stovninum
  • Tú hevur góðar námsfrøðiligar førleikar og megnar at geva sparring til starvsfólkini, bæði í mun til tað einstaka barnið og samlaða bólkin
  • Tú ert virðilig/-ur og í tíni leiðslu og dugir væl at lurta
  • Tú dugir væl at raðfesta, samskipa, leiða, kveikja, og at fáa mest møguligt burturúr tilfeinginum á stovninum
  • Tú dugir væl at samskifta á skrift og í talu við leiðslu, starvsfólk, starvsfelagar, børn, foreldur og aðrar samstarvspartar
  • Tú hevur góðar telduførleikar
  • Tú ert væl skipað/-ur í tínum arbeiði og hevur fíggjarligt hegni, innlit og yvirlit
  • Megnar samstarv og tekur sjálvstøðugar avgerðir

Lønar- og setanartreytir
Starvið er fulla tíð og starvsbyrjan er 1. august 2025 ella eftir nærri avtalu. Løn og treytir verða sambært sáttmála millum Føroya Pedagogfelag og Kommunala Arbeiðsgevarafelagið.

Sambært §2 í barnaváttanarlógini hevur Sunda kommuna skyldu til at fáa barnaváttan til vega, áðrenn umsøkjari verður settur í starv.

Umsókn
Freistin at søkja starvið er fríggjadagin 23. mai 2025. Skrivlig umsókn, saman við møguligum viðmælum, upplýsingum um útbúgving og royndir skal sendast til sunda@sunda.fo.

Nærri kunning
Meira fæst at vita um starvið við at venda sær til Erland Berg Danielsen, kommunustjóra, á telefon 29 72 05.

Líknandi størv

Kemilux   Faroe Islands nýtt
2. maj 2025
2. maj 2025

Umbið Persónliga Fráboðan

Tygum fáa nú starvslýsingar sum passa til núverandi leiting.

T-post Fráboðan

T-post Fráboðan vera sendar tygum Umbið

 

Persónligi RSS Føðari

Tygara persónligi RSS Føðari er niðanfyri, avrita og set í tygara RSS lesara.
Umbið