Sunda Kommuna
Útgivið
21. juli 2024
Útgongur
27. juli 2024
Staður
Faroe Islands
Starvsstaður

Lýsing

Sunda kommuna søkir eftir leiðara til dagstovnin í Hvalvík og frítíðarskúlan í Streymnesi at byrja 1. september ella skjótast til ber. Talan er um eitt fulltíðarstarv.

Leiðarin er starvssettur hjá Sunda kommunu við arbeiðsstaði í dagstovninum við Kráir og í frítíðarskúlanum við Margáir.

Um dagstovnin við Kráir og frítíðarskúlan við Margáir
Dagstovnurin við Kráir hevur tvær vøggustovur og tvær barnagarðsstovur. Dagstovnurin hevur stóran garð og í nærumhvørvinum er millum annað ein á, fótbóltsvøllur og eitt fríøkið. Í løtuni eru 30 børn á dagstovninum.

Frítíðarskúlin er fyri børn í aldrinum 5 til 10 ár, og tey kunnu verða í frítíðarskúlanum upp til og við 3. flokk. Uppgávan hjá frítíðarskúlanum er, at bjóða øllum børnunum eitt trygt, mennandi, stuttligt og læruríkt umhvørvi, saman við góðum starvsfólki. Frítíðarskúlin liggur í góðum umhvørvi við innan- og uttandura fótbóltsvølli, við eina á og annars í einum góðum uttandura umhvørvi. Í løtuni eru 45 børn í frítíðarskúlanum.

Vit bjóða
Eitt áhugavert starv, har tíð er sett av til fyrireiking. Tú fært møguleika at gera tína ávirkan galdandi og seta tín dám á dagstovnin og frítíðarskúlan. Saman við dugnaligum starvsfólki, ert tú við til at menna tað námsfrøðiliga umhvørvið á dagstovninum og í frítíðarskúlanum.

Vit ynskja, at tú
Hevur leiðsluroyndir, kanst arbeiða sjálvstøðugt og taka ábyrgd. At tú hevur góð evni at umstilla teg í einum broytiligum umhvørvi, við virðing og umsorgan fyri tí einstaka barninum, foreldrum og starvsfólki. At tú hevur áræðið og evni at skapa ein fjølbroyttan, litríkan og tryggan gerandisdag, og at tú kanst virka í góðum samstarvi við starvsfólk, foreldur og kommunu.

Tað er ein treyt at tú ert útbúgvin námsfrøðingur.

Setanarviðurskiftir
Starvið verður sett sambært sáttmála millum Føroya Pedagogfelag og Kommunala Arbeiðsgevarafelagið.

Sambært § 4 í Barnaváttanarlógini hevur Sunda kommuna skyldu til at fáa barnaváttan til vega, áðrenn umsøkjari verður settur í starvið.

Umsókn
Skrivlig umsókn, saman við møguligum viðmælum og upplýsingum um útbúgving og royndir, skal vera Sunda kommunu í hendi í seinasta lagi leygardagin 27. juli 2024 kl. 16:00, og skal sendast til sunda@sunda.fo.

Nærri kunning
Meira fæst at vita um starvið við at venda sær til Erland Berg Danielsen, kommunustjóra, á telefon 297205.

Líknandi størv

Handilsfólk   Faroe Islands nýtt
5. september 2024

Umbið Persónliga Fráboðan

Tygum fáa nú starvslýsingar sum passa til núverandi leiting.

T-post Fráboðan

T-post Fráboðan vera sendar tygum Umbið

 

Persónligi RSS Føðari

Tygara persónligi RSS Føðari er niðanfyri, avrita og set í tygara RSS lesara.
Umbið