Vágs kommuna
Útgivið
25. februar 2026
Útgongur
11. marts 2026
Staður
Faroe Islands
Starvsstaður
Slag
Fast starv, Fulltíðarstarv

Lýsing

Brennur tú fyri námsfrøði og ynskir tú at gera mun í gerandisdegnum hjá børnum og starvsfólki? Og hevur tú ein leiðara í búkinum og ynskir at arbeiða við menning og skipan av dagstovnaøkinum? So hevur tú ein gyltan møguleika. Vágs Kommuna søkir eftir einum dagstovnaleiðara til barnagarðin Eikilund. Talan er um fulltíðarstarv at byrja 1. mai 2026.

Um starvið
Sum dagstovnaleiðari fært tú ein týdningarmiklan leiklut í dagliga arbeiðinum á dagstovnaøkinum. Tú kemur at menna námsfrøðiliga arbeiðið saman við starvsfólkunum í samsvari við samtíðartørvin. Tú verður partur av leiðslutoyminum á dagstovnaøkinum og kemur tú at manna leiðsluna saman við øðrum leiðara. Harumframt verður tú í stýrisbólkinum av stóru og spennandi barnaverkætlanini, ið verður royndarkoyrd saman við Barna- og útbúgvingarmálaráðnum.

Dagstovnaøkið í Vágs Kommunu
Barnagarðurin Eikilund, við bæði vøggustovum og barnagarðsstovum, Sóljuni, sum er elsti árgangurin, frítíðarskúlin og Ungdómshúsið mynda fjølbroytta tilboðið til børn og ung í Vágs Kommunu.

Okur bjóða tær:

  • eitt avbjóðandi og mennandi leiðarastarv í einum týdningarmiklum leikluti við fjøllbroyttum avbjóðingum.
  • eitt fakliga spennandi starv, har tú fært møguleika at seta tín dám á, hvussu dagstovna tilboðið í kommununi verður
  • skipað og ment til eitt trygt og gevandi tilboð til børn og ung.
  • eitt samstarv við fakliga dugnalig starvsfólk við góðum stuðli frá leiðslu og umsiting.
  • at gerast partur av stýrisbólkinum í barnaverkætlanini.

Okur væntað, at tú:

  • hevur námsfrøðiliga útbúgving og royndir innan dagstovnavirksemi.
  • hevur leiðsluroyndir ella leiðsluligt hegni og dugur at leiða starvsfólk.
  • ert fakliga trygg/ur og dugir at seta kós.
  • dugir væl at samskifta og skapa tryggleika og álit.
  • ert sjálvstøðug/ur, skipað/ur og megnar at halda yvirblikki í einum fjølbroyttum gerandisdegi.

Setanarviðurskifti
Starvið verður sett sambært sáttmála millum Føroya Pedagogfelag og Kommunala Arbeiðsgevarafelag Føroya. Dagstovnaleiðarin vísir til trivnaðarleiðaran.

Sambært §2 í barnaváttanarlógini hevur Vágs Kommuna skyldu til at fáa barnaváttan til vega, áðrenn umsøkjari verður settur í starv.

Umsókn
Skrivlig umsókn við avriti av prógvi og øðrum viðkomandi skjølum skal sendast inn her til okra HR-skipan, og vera okum í hendi í seinasta lagi ónsdagin 11. mars 2026.

Vágs Kommuna skilar sær rætt til at velja ímillum umsøkjararnar ella ongan at seta. Um ikki nóg nógvir umsøkjarar eru, skilar kommunan sær rætt til at søkja av nýggjum ella ongan at seta.

Nærri kunning
Meira fæst at vita um starvið við at venda sær til Magnus Paula West, trivnaðarleiðara, á telefon 23 93 92 ella magnus@vagur.fo.

Líknandi størv

25. februar 2026

Umbið Persónliga Fráboðan

Tygum fáa nú starvslýsingar sum passa til núverandi leiting.

T-post Fráboðan

T-post Fráboðan vera sendar tygum Umbið

 

Persónligi RSS Føðari

Tygara persónligi RSS Føðari er niðanfyri, avrita og set í tygara RSS lesara.
Umbið