Sankta Jósefs Barnagarður
Útgivið
4. juli 2024
Útgongur
11. juli 2024
Staður
Faroe Islands
Starvsstaður

Lýsing

Hevur tú hug at gerast partur av okkara starvsfólkahópi og stovni, har tú sleppur at seta tín dám og tína ávirkan á námsfrøðiligu kósina saman við okkum?

Okkum tørvar:

  • 1 námsfrøðing til barnagarð 30 tímar um vikuna – frá 05.08.2024
  • 2 námsfrøðingar til vøggustovu 30 tímar um vikuna – frá 05.08.2024
  • 1 námsfrøðing til vøggustovu 30 tímar um vikuna - farloyvisstarv frá 05.08.2024-31.07.2024
  • 1 námsfrøðing at arbeiða aðru hvørja viku í 25 tímar – frá 05.08.2024
  • Søkt verður eisini eftir avloysarum til sjúku, feriu o.a.

Um námsfrøðingar ella námsfrøðiligir atstøðingar ikki søkja, verður hjálparfólk sett.

Vit kunnu bjóða
Dagstovnur Sankta Jósefs er elsti dagstovnur í Føroyum. Stovnurin er mitt í býnum, við góðum, fjølbroyttum uttandura leikumhvørvi, tætt við viðarlundina, ítróttarøki í Gundadali, Steinatún o.m.a.

Vit kunnu bjóða eitt áhugavert starv, við vælvirkandi starvsfólkatoymum og einum fjølbroyttum gerandisdegi.

Sum starvsfólk kemur tú í tøttum samstarvi við tínar starvsfelagar at verða við til at mynda dagin á stovninum. Tú verður partur av starvsfólahópi, ið leggur stóran dent á gott samstarv tvørtur um allan stovnin.

Á stovninum eru tríggjar barnagarðsstovur við 17 børnum á hvørjari stovu, og tvær vøggustovustovur við 11 børnum á hvørjari. Vøggustovubørn og barnagarðsbørn hava stóru gleði av hvørjum øðrum. Tey vitja inni á teimum ymisku stovunum, og spæla eisini saman í garðinum. Hettar gevur børnunum stóra gleði og er samstundis mennandi.

Vit vænta av tær, at tú:

  • Kanst virka á einum høgum fakligum stigi í trá við námsætlan stovnsins
  • Ert fyrikomandi og samstarvsinnað/ur
  • Leggur dent á at skapa góðar, tryggar relatiónir
  • Tekur ábyrgd, ert sjálvstøðug/ur og hevur gott yvirlit
  • Dugir at grunda/reflektera yvir egið arbeiði
  • Hevur hug og áræði at skapa ein fjølbroyttan og spennandi gerandisdag saman við børnunum
  • At tú ert við at menna námsfrøðiliga arbeiði á stovninum
  • At tú sært møguleikar heldur enn forðingar

Setanarviðurskifti
Størvini verða sett sambært sáttmála millum Føroya Pedagogfelag og Kummunala Arbeiðsgevarafelagið.

Starvsbyrjan 05. august 2024, ella eftir nærri avtalu. Møguleiki er fyri aðrari tímasamanseting, um tað er ynskiligt.

Umsók
Umsókn, saman við prógvi, lívsgongdarlýsing og møguligum viðmælum, verður send til: sktjosef@olivant.fo Umsóknin skal verða okkum í hendi í seinasta lagi mikudagin 10.07.24 kl.17.00.

Meira fæst at vita
Hevur tú spurningar til størvini, ella ynskir tú at koma á vitjan, kanst tú seta teg í samband við Harald Joensen, stovnsleiðara á tlf: 21 28 51 ella mail til: sktjosef@olivant.fo

Líknandi størv

Umbið Persónliga Fráboðan

Tygum fáa nú starvslýsingar sum passa til núverandi leiting.

T-post Fráboðan

T-post Fráboðan vera sendar tygum Umbið

 

Persónligi RSS Føðari

Tygara persónligi RSS Føðari er niðanfyri, avrita og set í tygara RSS lesara.
Umbið