Skálkur Samtakið
Lýsing
Dámar tær móta, ert smílandi og trívist við at geva kundum eina góða tænastu? So kanst tú vera júst tann lærlingurin, vit leita eftir til Skálkur Man.
Vit bjóða tær:
- Eitt mennandi og læruríkt lærupláss innan handil og móta
- Sterkt og hjálpsamt toymi, har tú kennir teg sum part av felagsskapinum
- Sosialt og livandi arbeiðsumhvørvi
- Part av einum fjølbroyttum samtaki við fleiri handlum og møguleikum
Hetta fert tú at læra:
- Ráðgeva og selja til kundar
- Móttaka og seta upp vørur
- Halda handilin reinan og innbjóðandi
- Arbeiða við kassa, goymslu og skipan
- Læra um móta, klædnamerkir og kundatænastu
Vit vóna, at tú:
- Ert ábyrgdarfull/ur, arebiðssom/samur og forvitin
- Dugir at arbeiða sjálvstøðugt og í toymi
- Hevur áhuga fyri móta og tínum persónliga vøkstri
Søk við at senda umsókn og lívsrensl til starv@skalkur.fo ella ring til Hávarð í Stórustovu á +298 792200 um tú hevur spurningar. Læruplássið verður sett, tá rætti lærlingurin er funnin.
Vit gleða okkum at hoyra frá tær.