Lýsing
Nips er ein livandi og inspirerandi lívstílshandil. Vit bjóða nútímans klæðir til kvinnur við sansi fyri sniði og góðsku – og samstundis vakrar prýðislutir, gávur og heimlig ting til øll, sum elska at skapa hugnalig umhvørvi í heiminum.
Handilin er ein keldustaður fyri íblástur, har kundin skal kenna seg vælkomnan, hugtikin og inspireraðan – hvørja ferð.
Vit bjóða tær:
-
Eitt mennandi og læruríkt lærupláss innan handil, móta og interiør
-
Sterkt og hjálpsamt toymi, har tú kennir teg sum part av felagsskapinum
-
Sósialt og livandi arbeiðsumhvørvi
- Part av einum fjølbroyttum samtakið við fleiri handlum og møguleikum
Hetta fert tú at læra:
-
Ráðgeva og selja til kundar
-
Móttaka og seta upp vørur
-
Halda handilin reinan og innbjóðandi
-
Arbeiða við kassa, goymslu og skipan
-
Læra um móta, interiør, merki og kundatænastu
Vit vóna, at tú:
-
Ert ábyrgarfull/ur, arbeiðssom/samur og forvitin
-
Dugur at arbeiða sjálvstøðugt og í toymi
-
Hevur áhuga fyri móta og tínum persónliga vøkstri
Send umsókn og lívsrensl til starv@skalkur.fo ella ring til Hannu Muller á +298 792223 um tú hevur spurningar.
Læruplássið verður sett tá rætti lærlingurin er funnin.