Suðuroyar Sjúkrahús
Útgivið
18. juli 2023
Útgongur
7. august 2023
Staður
Faroe Islands
Starvsstaður

Lýsing

So er eitt starv á Suðuroyar Sjúkrahúsi kanska nakað fyri teg!

Vit sóknast eftir sjúkrarøktarfrøðingum til eitt fast starv og eitt barsilsfarloyvisstarv á seingjadeildini á Suðuroyar Sjúkrahúsi.

Um fasta starvið
Søkt verður eftir einum sjúkrarøktarfrøðingi til setan 1. september 2023 ella eftir nærri avtalu. Arbeiðstíðin er 28 tímar um vikuna svarandi til brot 0,7 í skiftandi vaktum.

Um barsilsfarloyvisstarvið
Søkt verður ftir einum sjúkrarøktarfrøðingi í tíðarskeiðinum frá 1. oktober 2023 til 30. september 2024. Arbeiðstíðin er 32 tímar um vikuna svarandi til brot 0,8 í skiftandi vaktum.

Um okkum
Suðuroyar Sjúkrahús er eitt vælvirkandi nymótans sjúkrahús, ið tekur imóti sjúklingum úr øllum Føroyum. Her starvast áleið 120 fólk í ymiskum fakbólkum.

Seingjadeildin er ein blandað skurð- og heilivágsdeild við akuttari móttøku. Á deildini eru uml. 30 starvsfólk og 20 seingjapláss. Sum sjúkrarøktarfrøðingur á seingjadeildini hevur tú eisini tætt samstarv við aðrar deildir á sjúkrahúsinum.

sí lýsing her

Líknandi størv

4. marts 2026
4. marts 2026

Umbið Persónliga Fráboðan

Tygum fáa nú starvslýsingar sum passa til núverandi leiting.

T-post Fráboðan

T-post Fráboðan vera sendar tygum Umbið

 

Persónligi RSS Føðari

Tygara persónligi RSS Føðari er niðanfyri, avrita og set í tygara RSS lesara.
Umbið