Føroya Tele
Útgivið
30. september 2024
Útgongur
13. oktober 2024
Staður
Faroe Islands
Starvsstaður

Lýsing

Trívist tú væl við ábyrgd, og kanst tú mynda framtíðarætlanirnar hjá okkum? Vit leita eftir tekniskum serfrøðingi, sum við strategiskari ávirkan kann leiða dataøkið og verða lyklaspælari í at seta trygdar- og netverkskósina hjá okkum.

Hevur tú áhuga fyri tøkni, interneti og nettrygd? So hava vit spennandi starv til tín at søkja. Data, sum er deild undir øllum tøkniøkinum, knýtir saman alla dataferðsluna innan- og uttanlands og umsitur kjarnunet og tænasturnar í sambandi við internet og trygdarverjugarðin hjá okkum. Vit leita eftir leiðara, sum saman við toyminum fær ábyrgd av nýuppsetan, IP-tólbúnaði og virtuellum hýsingarloysnum.

Sum leiðari hevur tú dagligu leiðsluna av deildini og gongur á odda. Tað verður tín ábyrgd at tryggja, at starvsfólk trívast, og at økið verður áhaldandi ment. Harumframt kemur tú at hava ábyrgdina av at:

  • Tryggja smidligan rakstur av KT-skipanum og hægstu rakstrartrygd
  • Verða lyklaspælari í trygdar- og netverkskósini hjá okkum
  • Leggja strategiska leistin fyri KT-undirstøðukervinum – herundir netverk, servarar og hýsing – og at tryggja, at tey menna seg við nútíðini og framtíðini í huga

Hvat kunnu vit bjóða tær?
Vit knýta føroyingar saman í einfalt samskifti, sum skal vera tað besta og fremsta av sínum slag. Starvið sum dataleiðari fevnir um at vera við í dagliga rakstrinum á deildini umframt at samskipa og vera við í verkætlanum, sum hava við tøkni- og produktmenning at gera. Her fært tú stóra ábyrgd av spennandi verkætlanum, og royndir í tøkniligum rakstrarumhvørvinum, sum ferðast við høgari ferð.

Sum leiðari fært tú møguleika at arbeiða við samskiftistøkni í støðugari menning. Tú fært møguleika at arbeiða við fjølbroyttum og nýggjum avbjóðingum í spennandi og broytiligum umhvørvi. Sum partur av innleiðsluni fært tú góða vegleiðing og kunning um viðkomandi tøkni og mannagongdir á starvsøkinum.

Tín vangamynd
Tú hevur viðkomandi útbúgving í eitt nú verkfrøði ella teldufrøði. Tú hevur leiðsluroyndir, arbeiðir sjálvstøðugt og tekur ábyrgd. Vit ímynda okkum, at tú hevur góðar samstarvseginleikar í toymishøpi og kanst luttaka í fjølbroyttum tøkniligum verkætlanum.

Harumframt ert tú jalig/ur, dugir væl at samskifta og kanst samstarva breitt tvørtur um virkisøki til tess at finna bestu loysnirnar. Tískil er tað fyrimunur, at tú:

  • Sterka fatan av KT-avbjóðingum, broytingarleiðslu og strategiskum virksemi
  • Hevur dugnaskap at vera serfrøðingurin í verkætlanum og miðvíst stuðla starvsfelagum
  • Hevur evni at samskifta á føroyskum og enskum og førleikar at umseta tøkniligt mál á lættan og einfaldan hátt
  • Kanst stýra bæði langtíðarætlanum og dagligum rakstri við atliti til effektivitet
  • Ert nýhugsandi, árvakin og hevur vitan um trygd og nýggja tøkni
  • Leggur stóran dent á leiðslu, men við møguleika at traðka til og vera “hands-on”, tá ið tað stendur á at loysa avbjóðingar
  • Ert positivur, samstarvssinnaður og hevur evni at byggja góð sambond við starvsfólk, samstarvsfelagar og viðskiftafólk.

Starvs- og lønarviðurskifti
Setanarviðurskifti og løn verða ásett við støði í viðkomandi sáttmála ella royndum.

Starvið verður sett skjótast møguligt ella eftir nærri avtalu.

Umsókn og freist
Umsókn, lívsrensl og avrit av øðrum viðkomandi skjølum skulu vera okkum í hendi í seinasta lagi sunnudagin 13. oktober 2024.

Søk her.

Líknandi størv

Umbið Persónliga Fráboðan

Tygum fáa nú starvslýsingar sum passa til núverandi leiting.

T-post Fráboðan

T-post Fráboðan vera sendar tygum Umbið

 

Persónligi RSS Føðari

Tygara persónligi RSS Føðari er niðanfyri, avrita og set í tygara RSS lesara.
Umbið