Umhvørvisstovan
Útgivið
26. september 2024
Útgongur
15. oktober 2024
Staður
Faroe Islands
Starvsstaður

Lýsing

Umhvørvisstovan leitar eftir skikkaðum fólki at menna ein dátugrunn at skráseta upplýsingar um náttúruna, sum er fingin til vega á ymsan hátt, bæði gamlar og nýggjar dátur. Talan er um at uppbyggja og seta á stovn ein sonevndan metadátugrunn, har til ber hjá øllum at finna dátur um okkara náttúru og viðkomandi upplýsningar um hesar dátur.

Starvið er liður í at byggja upp eina vitanargrundaða náttúrufyrisiting. Harumframt verður tann, ið fær starvið, partur av granskingartoyminum á Umhvørvisstovuni. Talan er um eitt fjølbroytt, sjálvstøðugt og avbjóðandi starv innan náttúru- og umhvørvisøkið.

Starvið
Starvið fevnir um at menna og skipa ein metadátugrunn saman við øðrum starvsfólkum innan náttúru- og umhvørvisøkið og innan kunningartøkni. Eisini fevnir starvið um at luttaka í fyrireiking og uppbygging av einari dátugoymslu til náttúru- og umhvørvisdátur.

Sum virkin limur í granskingartoyminum fer starvsetti eisini at luttaka í granskingarverkætlanum, sum Umhvørvisstovan luttekur í, eitt nú innan umhvørviseftiransing.

Starvið verður skipað á deildini Vernd í tøttum samstarvi við deildina Land- og sjókort.

Førleikar
Tú hevur viðkomandi hægri útbúgving. Tú hevur royndir í at menna og arbeiða við dátugrunnum, og at viðgera og greina dátur. Tú hevur granskingarroyndir. Kunnleiki og royndir við GIS skipanum eru fyrimunir.

Setan
Starvið er fulltíðarstarv. Løn og setanartreytir eru sambært sáttmála millum Fíggjarmálaráðið og Akademikarafelag Føroya. Arbeiðsstaður er Umhvørvisstovan, Argir. Viðkomandi, ið verður settur, má tola møguligar broytingar í starvinum.

Umsókn, saman við prógvum, lívsrensli o.ø., skal vera Umhvørvisstovuni í hendi í seinasta lagi týsdagin 15. oktober 2024.

Nærri upplýsingar um starvið fáast við at venda sær til Sigurð í Jákupsstovu, stjóra, teldupost: sigurdj@us.fo, tlf. 234388 ella Siggu Jacobsen, deildarleiðara á Vernd, teldupostur siggaj@us.fo, tlf. 234346.

Til ber at søkja starvið her

Um Umhvørvisstovuna
Umhvørvisstovan er stovnur undir Umhvørvismálaráðnum, og fevnir stovnurin um virkisøkini náttúru-og umhvørvisvernd, umhvørvisgransking, orkumál og elveitingareftirlit, viðarlundir og frílendi, land- og sjókort, matrikul, tinglýsing og landsfólkayvirlit. Umhvørvisstovan leggur seg eftir at skipa arbeiðið, soleiðis at starvsfólk hava javnvág millum arbeiðslív og privatlív. Umhvørvisstovan er á Traðagøtu 38 á Argjum. Umhvørvisstovan eggjar øllum skikkaðum umsøkjarum, uttan mun til persónligar umstøður, til at søkja starvið. Tú kanst lesa meira um Umhvørvisstovuna her.

Líknandi størv

Umbið Persónliga Fráboðan

Tygum fáa nú starvslýsingar sum passa til núverandi leiting.

T-post Fráboðan

T-post Fráboðan vera sendar tygum Umbið

 

Persónligi RSS Føðari

Tygara persónligi RSS Føðari er niðanfyri, avrita og set í tygara RSS lesara.
Umbið