Lýsing
Vit sóknast eftir einum dátusamskipara til verkætlanar- ella parttíðarstarv at byrja skjótast til ber.
Sum dátusamskipari fert tú at fáa innlit í og at vera partur av kjarnuvirkseminum hjá Smyril Line.
Tú kemur at:
- arbeiða tætt saman við skipunum og reíðarínum um fráboðan av Monitoring Reporting & Verification dáta (MRV)
- arbeiða tætt saman við veitarum viðv. góðskustýring av data
- arbeiða tætt saman við veitarum og myndugleikum um góðkenning av dáta
- samstarva um dátugóðsku og trygd
Vit bjóða eitt spennandi starv, har tú kemur at fáa innlit í kjarnuvirksemi hjá eini fyritøku í stórari menning, umframt at tú kemur av vera ein partur av maritima toyminum hjá Smyril Line.
Tað hevur týdning, at tú dugir at arbeiða við dáta og csv fílum. Harafturat er tað týdningarmikið, at tú hevur góðar málførleikar á enskum, bæði í skrift og talu.
Setanartreytir
Løn og setanartreytir eru sambært avtalu. Starvsbyrjan er skjótast til ber ella eftir avtalu. Freistin at søkja er 31. desember 2024. Umsóknir verða viðgjørdar leypandi. Tú søkir starvið umvegis frymilin niðast á heimasíðuni HER.
Nærri upplýsingar um starvið kunnu fáast við at venda sær til rakstrarstjóran, Jóhan av Reyni, á tlf. 58 05 00.
Um Smyril Line
Høvuðsvirksemið hjá Smyril Line er at reka ferðafólka- og farmavirksemi. Smyril Line eigur størsta ferðafólkaskipið í Norðuratlantshavinum, Norröna. Harumframt eigur Smyril Line farmaskipini Mykines, Akranes og Glyvursnes. Flutningsfyritøkan OCD, Hotel Hafnia og Hotel Brandan, eru eisini partur av Smyril Line samtakinum. Smyril Line hevur virksemi og skrivstovur í Føroyum, Danmark, Íslandi, Týsklandi og Hollandi.