Lýsing
Ert tú kring/ur í dataviðgerð, dugir tú at forrita og dámar tær at hugsavna teg, so er eitt spennandi starv á Firum leyst at søkja.
Á Firum leiti vit eftir einum starvsfólki, sum hevur hug og drivið at arbeiða við at framleiða vitan, sum kann verða grundarlag undir menningini av føroysku alivinnuni.
Firum er ein granskingarfyritøka, og virksemi á Firum fevnir breitt um ymiskar granskingarverkætlanir innan høvuðsøkini umhvørvi og fiskavælferð. Afturat hesum gera vit ymiskar tænastur og ráðgevarauppgávur.
Ein týðandi partur av granskingararbeiðinum er dataviðgerð og forritan. Tí leita vit eftir einum fólki, sum hevur førleikar og royndir at skipa og viðgera data. Tú kemur at starvast í tøttum samstarvi við granskarar á Firum við smærri og størri datasettum av máldum og myndlaðum dátum, ið er knýtt at føroysku firðunum.
Í tí dagliga kann hetta merkja:
- at skipa data í databasu
- at visualisera data
- dataviðgerð til greinaskriving
Uppgávurnar vera skipaðar eftir tínum førleikum.
Førleikar
Vit vænta, at tú hevur eina akademiska útbúgving í t.d. verkfrøði, teldufrøði, hagfrøði, havfrøði, lívfrøði ella líknandi, og førleikar og royndir at arbeiða í t.d. Python, R, MATLAB, SQL ella Julia.
Millum persónligu eginleikar tínar er ágrýtni, hjálpsemi og miðvíst arbeiðslag, eins og tú ert eitt gott íkast til trivnaðin millum starvsfelagarnar á Firum.
Løn og setanarviðurskifti
Talan er um eitt fulltíðarstarv at byrja skjótast til ber, men vit hava eisini møguleika at bíða eftir rætta persóninum. Starvið er tíðaravmarkað í eitt ár.
Roknast skal við bæði sjálvstøðugum arbeiði og arbeiði í toymum á skrivstovu. Møguleiki er eisini fyri feltarbeiði og altjóða ferðing.
Lønin fylgir almennu lønartalvunum fyri akademikarar.
Umsókn
Umsókn skal sendast til firum@firum.fo. Freistin at søkja er 22. mars 2026.
Við umsóknini skulu viðfestast avrit av prógvum, lívsrensli (cv), umframt møgulig viðmæli og vísindalig avrik.
Nærri upplýsingar
Nærri upplýsingar um starvið fáast við at venda sær til Gunnvør á Norði, á tel. 77 47 35 ella gunnvor@firum.fo.
Um Firum
P/F Firum er skipað sum partafelag, sum Føroya landsstýri eigur. Firum er ein granskingarfyritøka og visjónin er Vitan til varandi aling.
Í dag heldur Firum til við Áir og á iNOVA í Tórshavn. Eftir summarferiuna verður alt virksemi hjá Firum savnað í Hósvík. Í Hósvík verða fysisku umstøðurnar munandi betri, eins og møguleikar verður at fara undir nýggjar granskingarverkætlanir.
Tað starvast í dag umleið 25 fólk á Firum.