Lýsing
Deildarleiðari fyri Umhvørvisdeildina
Tórshavnar kommuna søkir eftir deildarleiðara til nýggja bygnaðin á Tekniska økinum.
Starvið sum deildarleiðari á Umhvørvisdeildini er fjølbroytt og spennandi. Tú skalt samstarva við nógv dugnalig starvsfólk og fært góðar møguleikar fyri at menna teg fakliga. Tú fært sum deildarleiðari ábyrgdina av at røkka teimum málum, sum kommunan hevur sett sær innan økið.
Høvuðsuppgávan hjá deildarleiðaranum
Virksemið í kommununi er munandi økt seinastu árini. Tað tekniska økið hevur verið og er støðugt í einari menningartilgongd við atliti at økta virkseminum.
Umhvørvisdeildin er nýggj deild, skild sundur frá gomlu »Byggi- og Umhvørvisdeildini« og er tað eitt politiskt ynski, at tú sum deildarleiðari gongur á odda og styrkir tann grøna profilin hjá kommununi. Tú skalt vera aktivur partur av at menna býin/kommununa saman við hinum deildarleiðarunum.
Leinki til lýsing:
https://www.torshavn.fo/um-kommununa/starv-i-kommununi/leys-storv/deildarleidari-fyri-umhvorvisdeildina/