Lýsing
FARLOYVISSTARV
Roðin økistænastan søkir eftir deildarleiðara til Norðurstovu á Eysturoyar røktar- og ellisheimið.
Vit sóknast eftir einum dugnaligum deildarleiðara til at leiða og mynda Norðurstovu á Eysturoyar røktar- og ellisheimið. Norðurstova er ein búeind – býtt á 24 búpláss.
Sum deildarleiðari ert tú partur av deildarleiðslutoyminum í Roðanum og hevur tætt samstarv við leiðaran.
ARBEIÐSUPPGÁVURNAR HJÁ DEILDARLEIÐARANUM ERU:
- At ganga á odda í at mynda og lýsa tænastuna á deildini og hjá Roðanum sum heild.
- At leggja arbeiðsætlan hjá starvsfólkunum til rættis
- At seta í verk, samskipa, miðla og leiða Norðurstovu.
- At tryggja trivnað og fakliga menning.
- At miðla og seta í verk verandi og nýggja vitan innan sjúkrarøkt, røkt, rehabilitering og fyribyrging.
- At skapa eitt áhugavert arbeiðspláss.
- At samstarva innanhýsis og tvørtur um mørk.
- At hava dagligu ábyrgdina av starvsfólkahópinum.
- Saman við dygdarmennaranum at hava ábyrgd av, at menna Norðurstovu sum útbúgvingarstað hjá lesandi og næmingum.
FØRLEIKAKRØV:
- Prógv og góðkenning sum sjúkrarøktarfrøðingur.
- Møguliga leiðsluútbúgving.
- Viðkomandi arbeiðsroyndir.
- Dugur at síggja týdningin av tvørfakligum samstarvi.
- Góð samstarvsevni.
- Góð samskiftisevni – bæði skriftliga og munnliga.
- Góð analytisk evni at miðla og seta í verk.
- Forvitin, týðilig/-ur og rúmlig/-ur.
- Gott yvirblikk.
- Megna at halda fast og kunna skera ígjøgnum.
- Góðan KT- førleika.
- Tola møguligar broytingar í starvinum.
SETANARVIÐURSKIFTI:
Starvið verður at seta sum skjótast og til og við 31. desember 2022 og verður lønt sambært KAF/Fíggjarmálaráðnum og Felagnum Føroyskir Sjúkrarøktarfrøðingar.
UMSÓKN:
Umsókn saman við prógvum, góðkenning, og CV skulu sendast til rodin@rodin.fo og viðmerkjast “deildarleiðari til Norðurstovu”. Umsóknarfreistin er 9. desember 2021.
Meira fæst at vita um starvið við at venda sær til Jóngerð Guttesen, leiðara tlf. 793300 ella við telduposti til jongerdg@rodin.fo.
MÁLIÐ HJÁ ROÐANUM ER:
Støðugt at menna tænastuna og at ganga á odda, tá ræður um at veita teim, ið tørva, eina fjøltáttaða og dygdargóða tænastu – hetta í góðum samstarvi við brúkaran og avvarðandi hansara.
- At veita eina tænastu sum tekur atlit til tørv, trivnað, fortreytir og sálvsavgerðarrætt hins einstaka og sum eisini ger tað gjørligt, at verða heima longst gjørligt.
- At tænastan, ið vit veita, skal støðugt stuðla uppundir, at tað at búgva í Runavíkar-,Nes- og Sjóvar kommunu er framúr gott og trygt – eisini, tá ein gerst gamal og hevur tørv á ”hjálpandi hondum”