Roðin økistænastan
Útgivið
6. juni 2025
Útgongur
20. juni 2025
Staður
Denmark
Starvsstaður
Slag
Fast starv, Faklært, Fulltíðarstarv

Lýsing

Roðin arbeiðir miðvíst við at menna Demenstænastuna, sum er tænastan til tey við demens,sum búgva heima (útiøkið) og til tey sum búgva á røktarheimi. Økið er raðfest, sum eintýðandi partur av heildartænastuni í Roðanum og stig eru tikin til at betra bæði fakligukarmarnar og tænasturnar.

Í hesum sambandi er Roðin farin undir eina nýskipan av Demenstænastuni. Endamálið er atstyrkja og menna dygdina í tænastuni. Nýskipanin umfatar eina yvirskipaða leiðslu fyri allaDemenstænastuna og tvær deildarleiðslur – eina við ábyrgd av tænastunum tilheimabúgvandi (útiøkið) og eina við ábyrgd av tænastunum inni á røktarheimum.

Tað verður atbeitt eftir ástøðinum hjá Tom Kitwood, ið leggur dent á persónmiðsavnandi røktog umsorgan. Somuleiðis verður arbeitt miðvíst eftir yvirskipaðu málunum hjá Roðanum, sjáheimasíðu https://rodin.fo/um-okkum

Um starvið
Demenstænastan til útiøkið fevnir um Dagtilboðið á Skála, sum er eitt serligt tilboð til fólk viðdemens, umframt kommunalar demenssamskiparar, ið veita tænastu og stuðul til borgarar viðdemens og teirra avvarðandi í heiminum.

Somuleiðis fevnir tað um at hava ábyrgd fyri flutningstænastuni hjá Roðanum, ið skiparkoyringina til tey ymisku tilboðini hjá Roðanum.

Roðin leitar eftir einum deildarleiðara at standa á odda fyri hesi týðandi og mennandi tænastu.Vit leita eftir einum leiðara, sum brennur fyri at skapa trygd, virðing og dygd í tilboðnum ogtænastuni til fólk við demens, og sum dugir at leiða starvsfólk við innliving og fakligum hegni.

Sum deildarleiðari hevur tú:

  • Fakliga,-og starvsfólkaleiðslu fyri bæði dagtilboðið, koyritænastuni og kommunalumdemenssamskiparum.
  • Ábyrgd av at menna og tryggja eina dygdargóða tænastu við støði í tørvinum oglívssøguni hjá borgarunum.
  • Tætt samstarv við avvarðandi, leiðslu og onnur fakfólk innan eldraøkið.
  • Luttøku í strategiskari menning av demenstænastuni í Roðanum.

Vit vænta, at tú:

  • Ert útbúgvin og hevur góðkenning sum sjúkrarøktarfrøðingur
  • Hevur royndir innan demensøkið og helst innan leiðslu. Útbúgving innan demens, kannverða ein fyrimunur
  • Dugir væl at samskifta og samstarva tvørfakligt
  • Hevur leiðsluligan áhuga og áræði at taka ábyrgd
  • Vilt vera við til at skapa ein góðan gerandisdag fyri fólk við demens
  • Arbeiðir og mennir tænasturnar víðari, útfrá yviskipaðu málum hjá Roðanum, umframtútfrá virðisgrundarlagnum á Dagtilboðnum á Skála.

Vit bjóða:

  • Eitt áhugavert og meiningsfult starv í einum týdningarmiklum starvsøki ?
  • Góðar samstarvsfelagar og gott arbeiðsumhvørvi
  • Møguleikar fyri fakligari og persónligari menning
  • Góða innleiðslu og upplæring, fyri at fáa trygga og góða byrjan

Setanarviðurskifti
Starvið verður at seta 1. august 2025 og lønt sambært sáttmála við KAF/Fíggjarmálaráðið ogFelagið Føroyskir Sjúkrarøktarfrøðingar.

Meira fæst at vita
Um tú hevur spurningar um starvið, ert tú vælkomin at seta teg í samband við UnnJustinussen, leiðara fyri Demenstænastuni tlf 290213 ella við telduposti unnj@rodin.fo

Umsókn
Umsókn saman við lívsrensli og prógvum verður at senda til rodin@rodin.fo. Umsóknarfreistiner 20. juni 2025.

Líknandi størv

Umbið Persónliga Fráboðan

Tygum fáa nú starvslýsingar sum passa til núverandi leiting.

T-post Fráboðan

T-post Fráboðan vera sendar tygum Umbið

 

Persónligi RSS Føðari

Tygara persónligi RSS Føðari er niðanfyri, avrita og set í tygara RSS lesara.
Umbið