Lýsing
Eitt spennandi farloyvisstarv sum deildarleiðari hjá Nánd á starvsbrøki 1,0 í tíðarskeiðnum 1. januar 2025 til 31. januar 2026 er leyst at søkja.
Deildarleiðarin hevur dagligu leiðsluna av eldrasambýlinum Vesturstovu og Doktarahúsinum í Fuglafirði
Vesturstova er eitt eldrasambýli í tveimum hæddum við bæði stutttíðar- og búplássum. Á Vesturstovu starvast sjúkrarøktarfrøðingur, heilsurøktarar, heilsuhjálparar og hjálparfólk umframt kliniskur sjúkrarøktarfrøðingur útyvir vanligu røktar normeringina, køksstarvsfólk, reingerðarfólk og spírar (ung millum 14-17 ár).
Harumframt verða døgurðar gjørdir til heimabúgvandi borgarar.
Doktarahúsið er dagtilhald fyri 8 borgarar við demens. Her starvast demenssamskipari, røktarstarvsfólk og ergoterpeutur.
Um starvið:
Deildarleiðarin gongur á odda at kveikja og menna starvsfólkini, so hesi kunnu stuðla undir tað, ið gevur hvørjum einstøkum borgara meining í lívinum, umframt tryggja dygdargóða røkt og sjúkrarøkt.
Deildarleiðarin er ein partur av leiðslubólkinum og visitatiónsnevndini hjá Nánd. Av fyrisitingarligum uppgávum eru millum aðrar at gera og umsita arbeiðsætlan, at fylgja tillutaða fíggjarætlan og at samskifta við avvarðandi og aðrar samstarvspartar.
Leiðslubólkurin hevur ábyrgd at skipa og tryggja dygdargóðar tænastur við hædd fyri verandi og framtíðar avbjóðingum. Sum ein part av hesum arbeiði, eru kliniskir sjúkrarøktarfrøðingar, ið starvast útyvir vanligu røktarnormeringina, sum eru við til at tryggja fakliga partin.
Førleikakrøv til deildarleiðara:
- prógv og autorisatión sum sjúkrarøktarfrøðingur ella heilsurøktari
- áhuga í leiðslu
- áhuga í eldri borgarum/ borgarum við sjúkuni demens
- jaligan hugburð, er ágrýtin og savnandi
- áræði og megnar truplar støður
- fleksibilitet
- evnir at lurta eftir starvsfólkum, búfólkum og avvarðandi og samstundis torir at taka avgerðir
Tað kann vera ein fyrimunur, um tú hevur:
- royndir og/ella útbúgving innan leiðslu
- útbúgving sum demenssamskipari
- fakliga vitan um eldri og at eldast og endurmenning
Vit kunnu bjóða:
- góða innleiðslu
- ein mennandi gerandisdag
- møguleika at seta tín dám á og framhaldandi menna tænasturnar hjá Nánd
- ein lærandi stovn við regluligum undirvísingum og skeiðum
- gott samstarv í leiðslubólkinum
Setanar- og lønarviðurskifti
Tann, sum sett/ur verður, hevur tilvísing til leiðaran og tekur við starvinum tann 1. januar 2025 ella skjótast møguligt. Starvið verður at seta sambært sáttmála millum Felagið Føroyskir Sjúkrarøktarfrøðingar - ella Heilsurøktarafelagið og Fíggjarmálaráðið/KAF.
Áhugað kunnu fáa meira at vita um starvið við at venda sær til Poulu Reinert-Petersen, leiðara, tlf. 730204 og teldupost poula@eystur.fo
Umsókn
Umsókn saman við prógvi, tílvísingum v.m. skulu sendast til: nand@eystur.fo og skulu vera okkum í hendi í seinasta lagi 16. oktober 2024.
Nánd ynskir at stuðla undir lívsgóðsku, sjálvbjargni og heilsufremjan hjá borgarunum. Um tu hevur áhuga og førleika at leiða í tráð við hesar visjónir, gleða vit okkum at fáa eina umsókn frá tær.
Eysturkommuna og Fuglafjarðar kommuna hava skipa javnbjóðis samstarv, og dagliga umsitingin hjá Nánd er partur av umsitingini hjá Eysturkommunu. Samstarvið rekur trý heim, eitt dagtilhald fyri fólk við demenssjúku og eina deild, ið tekur sær av heima- og sjúkrarøkt og endurvenjing. Sí meira um Nánd, missión, visjón og virðir á nand.fo