Almannaverkið
Útgivið
5. juni 2025
Útgongur
18. juni 2025
Staður
Faroe Islands
Starvsstaður
Slag
Fast starv, Faklært, Fulltíðarstarv

Lýsing

Almannaverkið søkir eftir einum fakliga sterkum deildarleiðara til deildina Arbeiðsbúgving, sum stuðlar borgarum til størri sjálvbjargni.

Um starvið
Talan er um eitt starv fulla tíð at byrja 01.08.2025 ella eftir nærri avtalu. Arbeiðsstaðurin er í Havn.

Arbeiðsuppgávur
Aðal endamálið hjá deildini er at virka fyri at menna og stuðla borgarum til størri sjálvbjargni, endurmenning og sjálvsavgerðarrætt. Hetta fyri at hjálpa borgarunum at fáa tilknýti til arbeiðsmarknaðin og at fáa eitt sjálvstøðugt lív.

Okkara áskoðan er, at ein partur av samleikanum hjá okkum menniskjum er at vera partur av eini heild, og helst ein partur av arbeiðsmarknaðinum, fyri at kenna okkum virðismett og at hava týdning.

Arbeitt verður innan økini arbeiðsbúgving, fyritíðarpensjón, ávísing til trivnaðartænastur v.m. Vit arbeiða m.a. eftir lóg um arbeiðsfremjandi tiltøk, almannalógini og pensiónslógini.

Deildarleiðarin hevur ábyrgdina av øllum virkseminum á deildini. Uppgávan er at stinga fakliga út í kortið, tryggja viðgerðina og málsviðgerðina í mun til galdandi lóggávu og eggja til sosialt tilvit á deildini. Dentur skal leggjast á skynsamar mannagongdir og at málsviðgerðin stendur á KT stuðlaðum mannagongdum.

Á deildini arbeiða vit út frá einum heildarsýni, tvørfakligari hugsan, fakligum tilviti og royna alla tíðina at menna okkara fakligu førleikar.

https://candidate.hr-manager.net/ApplicationInit.aspx?cid=1899&ProjectId=144726&DepartmentId=19003&MediaId=4615

Líknandi størv

Umbið Persónliga Fráboðan

Tygum fáa nú starvslýsingar sum passa til núverandi leiting.

T-post Fráboðan

T-post Fráboðan vera sendar tygum Umbið

 

Persónligi RSS Føðari

Tygara persónligi RSS Føðari er niðanfyri, avrita og set í tygara RSS lesara.
Umbið