Lýsing
Fíggjarøkið á Landssjúkrahúsinum økist í vavi og tí verður søkt eftir leiðara til lønardeildina og bókhaldi frá 01.09.2023 ella eftir avtalu.
Søkt verður eftir einum úrslitasøkjandi leiðara til lønar- og bókhaldi á Landssjúkrahúsinum. Talan er um eitt samansett øki, ið Landssjúkrahúsið komandi tíðina ætlar at menna við talgilding og optimering av mannagongdum.
Ætlanin er at knýta enn meira samband millum aktivitetin á sjúkrahúsinum og fíggjarkarmarnar. Viðkomandi sum settur verður, fer at hava eitt natúrligt samband við fulltrúar á fíggjardeildini og á deplunum og gevur teimum hollan stuðul í sambandi við lønar- og bókhaldsspurningar og fíggjarstýring annars.
Á fíggjardeildini arbeiða frammanundan 11 fólk, harav 4 fulltúar sum m.a. arbeiða við fíggjarstýring og menning innan fíggjarøkið, 5 fólk sum hava bókhaldið um hendi og tvey lønarfólk. Deildarleiðarin kemur at arbeiða tætt við fíggjarfulltrúar og vísir til Fíggjar- og KT deildarstjóran. Fíggjardeildin tekur sær eisini av málsviðgerð og ráðlegging, sum hevur samband við fíggjarlig viðurskifti, herundir at veita tænastu til sjúkrahúsleiðslu, depilsleiðslur og aðrar leiðslur.
Uppgávur
- At leiða lønardeildina og bókhaldsøkið
- At tryggja skynsama nýtslu av játtan saman við deildarleiðarum, depilsleiðslum og stjórn
- At menna amboð til avriksábendingar (málstýring)
- At menna fíggjarstýringsamboð í mun til costdrivarar
- At gera fíggjarligar greiningar og avgerðargrundarlag til sjúkrahúsleiðsluna
- At meta um úrslit
Dentur verður lagdur á
- Viðkomandi útbúgving frá hægri lærustovni, eitt nú innan búskaparfrøði. Útbúgving ella royndir innan heilsuverk og fíggjarviðurskifti innan heilsuøkið kunnu verða ein fyrimunur. Kunnleiki til játtanarviðurskiftið innan almennar stovnar er eisini fyrimunur.
- Fíggjarligt tev, tú dugir at arbeiða við hagtølum og ert “analytisk/ur” og hevur áhuga fyri hesum. Tú dugir at arbeiða sjálvstøðugt, at veita eina góða tænastu og at miðla vitan til starvsfelagar og aðrar starvsbólkar.
- At tú kennir til Roknskaparverk Landsins, ”Kontuskipan Landsins” og royndir við bókhalds- og roknskaparskipanini ”Oracle Financials”.
- At tú sum persónur ert álítandi, fyrikomandi og hevur ein jaligan hugburð. Vit vænta, at tú ert fleksibul, røkin og trívist í einum ferðmiklum gerandisdegi, har tú arbeiðir við nógvum ymiskum uppgávum.
- Tú kemur at starvast í einum fakligum og mennandi arbeiðsumhvørvi við áhugaverdum og fjølbroyttum uppgávum.
Lønar- og setanartreytir sambært sáttmála millum Fíggjarmálaráðið og avvarðandi yrkisfelag.
Nærri upplýsingar um starvið fáast við at venda sær til Inga Mittún, Fíggjar- og KT deildarstjóra, á t-post im@ls.fo ella á tlf. +298 211800.
Umsóknarfreistin er tann 14.08.2023.
Vinarliga søk starvið her.
Á okkara heimasíðu, www.ls.fo kanst tú lesa um okkara visión, missión og strategimál, undir leinkinum "Um okkum".
Sjúkrahúsverkið fevnir um tey trý sjúkrahúsini umframt Sjúklingahotellið í Keypmannahavn. Landssjúkrahúsið hevur áleið 133 sengur innan somatiska og psykiatriska økið, og samanlagt áleið 900 starvsfólk. Landssjúkrahúsið samstarvar við fleiri sjúkrahús uttanlands, og arbeiða konsulentar innan ymiskar sergreinar regluliga á sjúkrahúsinum.
Klaksvíkar Sjúkrahús hevur áleið 24 sengur innan somatiska økið og samanlagt áleið 120 starvsfólk. Umframt føstu læknarnar starvast fleiri serlæknar regluliga á sjúkrahúsinum.
Suðuroyar Sjúkrahús hevur 26 seingjapláss innan somatiska økið og samanlagt hava áleið 110 starvsfólk sítt dagliga yrki á sjúkrahúsinum.