Lýsing
Søkt verður eftir:
Deildarleiðara til Korndalsbýlið á Eiði og heimatænastuna í økinum
Starvsbrøk 1,0
VEKS veitir tænastur til borgaran eftir einum samskipaðum leisti (integreraðari skipan), har ymisku tænastueindirnar skulu virka í samljóð hvør við aðra.
Í VEKS ynskja vit at veita somu tænastu til sama tørv. Vit ynskja at møta borgaranum, har hann er á lívsleið síni; at stimbra likamliga, sálarliga og sosialt, soleiðis at borgarin varðveitir eini góð og innihaldsrík ellisár í egnum heimi.
Starvið inniheldur fjølbroyttar fakligar og persónligar avbjóðingar, har tú bæði kemur at arbeiða sjálvstøðugt og í tøttum samstarvi við m.a. leiðslu, starvsfólk, borgarar og avvarðandi teirra.
ARBEIÐSUPPGÁVUR:
- At mynda og dagføra sjúkrarøktar- og røktartænastur.
- At tryggja trivna og fakliga menning
- At samstarva í einum tvørfakligum umhvørvi
FØRLEIKAKRØV:
- Prógv og góðkenning sum sjúkrarøktarfrøðingur e.l.
- Góð samskiftisevni – bæði skriftliga og munnliga
- KT- førleika á brúkarastøði
- Síggja møguleikar í broytingum, borgarum og starvsfólki at gagni
SETANARVIÐURSKIFTI:
Starvið hevur tilvísing til eindarleiðaran.
Starvið verður at seta pr. 1. oktober 2023 ella eftir nærri avtalu; og verður lønt á stig 9 í galdandi sáttmála millum Fíggjarmálaráðið/Kommunala Arbeiðsgevarafalagið og Felagið Føroyskir Sjúkrarøktarfrøðingar.
UMSÓKN:
Umsókn saman við prógvum, góðkenning, og CV skulu sendast til veks@veks.fo og við-merkjast “ Deildarleiðari til Korndalsbýlið á Eiði og heimatænastuna í økinum”.
Umsóknarfreistin er fríggjadagin tann 15. september 2023 kl. 12
Meira fæst at vita um starvið við at venda sær til Helfrid Poulsen, eindarleiðara tlf. 793259 ella við telduposti til helfridp@veks.fo.