Tórshavnar kommuna
Útgivið
24. oktober 2024
Útgongur
31. oktober 2024
Staður
Faroe Islands
Starvsstaður

Lýsing

Tórshavnar kommuna søkir eftir deildarleiðara til Byggimálsdeildina.

Tú verður leiðari fyri eini stórari og kompetentari fakdeild, sum er byggimyndugleikin í størstu kommununi í landinum. Tú fært ábyrgdina av, saman við leiðsluni í Teknisku fyrisiting at menna og røkka teimum málum, sum kommunan setur sær innan økið.

Leiðarin á byggimálsdeildini er partur av leiðsluni á Teknisku Fyrisitingini, saman við tekniska stjóranum, býarverkfrøðinginum, býararkitektinum, leiðaranum á Bygningsdeildini, leiðaranum á umhvørvisdeildini.

 

Høvuðsuppgávan hjá deildarleiðaranum
Byggimálsdeildin er ein myndugleikadeild, sum tekur sær av byggimálsviðgerð og byggiloyvum, útstykkingarloyvum og matrikkulmálum hjá kommununi.

Tú kemur at hava ábyrgdina av, at øll mál, sum deildin umsitur, fáa eina dygdargóða viðgerð og at málini verða avgreidd innan eina ásetta tíðarfreist.

Tú skipar og mennir deildina, sum eitt gott og virkið arbeiðspláss við týðiligum virðum og greiðum málum.

 

Leinkja til starvslýsingina á okkara heimasíðu

Leinkja til umsóknarskema

 

 

Líknandi størv

Umbið Persónliga Fráboðan

Tygum fáa nú starvslýsingar sum passa til núverandi leiting.

T-post Fráboðan

T-post Fráboðan vera sendar tygum Umbið

 

Persónligi RSS Føðari

Tygara persónligi RSS Føðari er niðanfyri, avrita og set í tygara RSS lesara.
Umbið