Lýsing
Tórshavnar kommuna søkir eftir deildarleiðara til Byggimálsdeildina.
Tú verður leiðari fyri eini stórari og kompetentari fakdeild, sum er byggimyndugleikin í størstu kommununi í landinum. Tú fært ábyrgdina av, saman við leiðsluni í Teknisku fyrisiting at menna og røkka teimum málum, sum kommunan setur sær innan økið.
Leiðarin á byggimálsdeildini er partur av leiðsluni á Teknisku Fyrisitingini, saman við tekniska stjóranum, býarverkfrøðinginum, býararkitektinum, leiðaranum á Bygningsdeildini, leiðaranum á umhvørvisdeildini.
https://www.torshavn.fo/um-kommununa/starv-i-kommununi/leys-stoerv?job=144277