Útgivið
29. juni 2022
Útgongur
29. juli 2022
Staður
Faroe Islands
Starvsstaður

Lýsing

Norðoya Bú- og Heimatænasta, NBH, søkir eftir deildarleiðara til Dagtilhaldið Búðatrøð. Talan er um fast starv frá 1. sept. 2022 við starvsbrøki 0,9.

Starvið krevur útbúgving og autorisatión sum sjúkrarøktarfrøðingur. Harafturat kunnu útbúgving og royndir í leiðslu vera fyrimunir, eins og útbúgving og royndir innan demensøkið.

Í Dagtilhaldinum Búðatrøð koma dagliga uml. 10 fólk, sum hava fingið staðfest eina demenssjúku.

Starvsinnihald
NBH er í støðugari menning, og tú fert sum deildarleiðari at hava ein týðandi leiklut í hesi tilgongd. Eisini verður tú partur av leiðslutoyminum hjá NBH.

Starvið inniheldur fjølbroyttar fakligar avbjóðingar, og sum deildarleiðari fert tú bæði at arbeiða sjálvstøðugt og í tøttum samstarvi onnur starvsfólk, borgarar og avvarðandi teirra. Tí eru góð samstarvs- og samskiftisevni týdningarmiklir eginleikar.

Hjá NBH leggja vit stóran dent á høgt fakligt støði, tí verður væntað, at deildarleiðarin tekur lut í og setur sín dám á framhaldandi menning hjá starvsfólkum og av tænastum og tilboðum.

NBH strembar áhaldandi ímóti at betra og tillaga tænasturnar við støði í tørvi og ynskjum hins einstaka, og tí verður væntað av tær, at tú tolir at arbeiða undir broyttum umstøðum og at arbeiða við broytingum.

Upplýsingar um Norðoya Bú- og Heimatænastu
Á heimasíðuni https://nbh.fo/leys-stoerv/ finnur tú fleiri upplýsingar um starvsprofilar og setnartilgongd. Harumframt kanst tú kunna teg um visjónina hjá NBH.

Lønar- og setanartreytir
Lønar- og setanartreytir eru sambært sáttmála millum Fíggjarmálaráðið/Kommunala Arbeiðsgevarafelagið og Felagið Føroyskir Sjúkrarøktarfrøðingar.

Nærri kunning um starvið fæst við at venda sær til Marnu E. Jensen, stjóra fyri NBH, á tel. 410000, yrkadagar millum kl. 10-15 ella við telduposti til nbh@nbh.fo.

Umsókn, við avritum av prógvum, autorisatión v.m., verður at senda til nbh@nbh.fo ella Norðoya Bú- og Heimatænastu, Nólsoyar Pálsgøta 32, Postsmoga 2, FO-710 Klaksvík.

Umsóknarfreistin til starvið er á middegi 8. juli 2022.

Líknandi størv

10. marts 2026

Umbið Persónliga Fráboðan

Tygum fáa nú starvslýsingar sum passa til núverandi leiting.

T-post Fráboðan

T-post Fráboðan vera sendar tygum Umbið

 

Persónligi RSS Føðari

Tygara persónligi RSS Føðari er niðanfyri, avrita og set í tygara RSS lesara.
Umbið