Lýsing
Almannaverkið søkir eftir einum fakliga sterkum deildarleiðara til deildina Børn og ung, sum stuðlar foreldrum at børnum, ið bera brek.
Um starvið
Talan er um eitt starv fulla tíð at byrja 01.08.2025 ella eftir nærri avtalu. Arbeiðsstaðurin er í Tórshavn.
Arbeiðsuppgávur
Aðalendamálið hjá deildini er at styðja upp undir, at familjur, ið hava børn og ung, ið bera brek ella hava likamliga ella sálarliga sjúku, fáa eina so vanliga tilveru sum gjørligt.
Á deildini arbeiða vit eftir Lóg um Almannatrygd og tænastur, og vit arbeiða út frá einum heildarsýni, tvørfakligari hugsan og einum fakligum tilviti. Vit arbeiða við heildarlýsingum og er hetta við til at tryggja, at rætta hjálp og stuðul verður sett inn.
Arbeitt verður í einum mennandi arbeiðsumhvørvi, har vit alla tíðina royna at menna okkara fakligu førleikar.
Deildarleiðarin hevur ábyrgdina av øllum virksemi á deildini. Uppgávan er at stinga fakliga út í kortið, tryggja viðgerðina í mun til galdandi lóggávu og eggja til sosialt tilvit á deildini. Dentur skal leggjast á skynsamar mannagongdir, og at málsviðgerðin stendur á KT stuðlaðum mannagongdum.
https://candidate.hr-manager.net/ApplicationInit.aspx?cid=1899&ProjectId=144727&DepartmentId=19006&MediaId=4615