Umhvørvisstovan
Útgivið
11. februar 2025
Útgongur
26. februar 2025
Staður
Faroe Islands
Starvsstaður

Lýsing

Umhvørvisstovan sóknast eftir nýggjum deildarleiðara við drúgvum fakligum royndum at byrja skjótast gjørligt.

Høvuðsuppgávurnar á deildini eru eitt nú at savna inn geodátur, at gera og geva út myndakort, topografisk kort og sjókort, at viðlíkahalda hæddar- og dýpdarmyndlar, at luttaka í altjóða samstarvi á land- og sjókortøkinum og at reka foroyakort.fo.

Á deildini eru sjey starvsfólk. Trý av hesum eru knýtt at sjókortøkinum, og fýra knýtt at landkortøkinum.

Starvið
Starvið fevnir m.a. um at skipa fyri og taka lut í menningini av nýggjum talgildum kortum og myndugleikaskráum, og at umboða stovnin í altjóða samstarvi á land- og sjókortøkinum. Tú fært ábyrgd av eini fjølbroyttari og spennandi deild, har faklig menning og nýskapan eru týðandi lutir. Sum deildarleiðari hevur tú ábyrgd av starvsfólkaleiðslu, fíggjarstýring og strategiskari menning á deildini, umframt at tú ert partur av leiðslutoyminum á Umhvørvisstovuni.

Førleikar
Tú hevur viðkomandi hægri útbúgving og royndir innan:

  • Kortlegging og framleiðslu av geodátum
  • Sjóuppmáting og gerð av sjókortum
  • Brúk av GIS til handfaring og útbreiðslu av geodátum

Tú ert skipað/ur, hevur góðar tekniskar førleikar og hug og hegni at ganga á odda. Vit ímynda okkum, at tú sum deildarleiðari leggur dent á gott samstarv, dugir at skapa karmar fyri menning og trivnaði á deildini og at knýta sambond til aðrar kortstovnar. Royndir innan starvsfólkaleiðslu og verkætlanarleiðslu eru fyrimunir.

Setan
Starvið er fulltíðarstarv. Starvsbyrjan er skjótast gjørligt ella sambært avtalu. Løn og setanartreytir eru sambært sáttmála millum Fíggjarmálaráðið og avvarðandi yrkisfelag.

Umsóknarfreist er 26. februar 2025.

Nærri upplýsingar um starvið fáast við at venda sær til Sigurð í Jákupsstovu, stjóra, sigurdj@us.fo, tlf. 234388.

Til ber at søkja starvið her.

Um Umhvørvisstovuna
Umhvørvisstovan er stovnur undir Umhvørvismálaráðnum, og fevnir stovnurin um virkisøkini náttúru-og umhvørvisvernd, umhvørvisgransking, orkumál og elveitingareftirlit, viðarlundir og frílendi, land- og sjókort, matrikul, tinglýsing og landsfólkayvirlit. Umhvørvisstovan leggur seg eftir at skipa arbeiðið, soleiðis at starvsfólk hava javnvág millum arbeiðslív og privatlív. Umhvørvisstovan er á Traðagøtu 38 á Argjum. Umhvørvisstovan eggjar øllum skikkaðum umsøkjarum, uttan mun til persónligar umstøður, at søkja starvið.

Tú kanst lesa meira um Umhvørvisstovuna her.

Líknandi størv

Umbið Persónliga Fráboðan

Tygum fáa nú starvslýsingar sum passa til núverandi leiting.

T-post Fráboðan

T-post Fráboðan vera sendar tygum Umbið

 

Persónligi RSS Føðari

Tygara persónligi RSS Føðari er niðanfyri, avrita og set í tygara RSS lesara.
Umbið