Tórshavnar kommuna
Útgivið
18. september 2024
Útgongur
29. september 2024
Staður
Faroe Islands
Starvsstaður

Lýsing

Ert tú tann vit sóknast eftir?

Kundi tú hugsað tær, at staðið á odda fyri demensdeildini Handarustovu og verið við til at skapa góð og virðilig kor fyri húsfólki har, so er tað tær vit leita eftir.
Deildarleiðarastarvið er eitt fulltíðarstarv, og er leyst at søkja, við starvsbyrjan 1. november 2024 ella eftir avtalu. Deildarleiðarin vísir til eindarleiðaran, og gerst partur av einum deildarleiðarabólki á Lágargarði, sum telur tríggjar deildarleiðarar, umframt einum deildarleiðarahópi í Heilsu- og umsorganartænastuni uppá 18 fólk. Eisini hevur tú ein varadeildarleiðara afturat tær á Handarastovu.

Lágargarður er partur av Heilsu- og umsorganartænastuni hjá Tórshavnar Kommunu. Heilsu- og umsorganartænastan er skipað í trimum eindum – Heilsuhúsið og tvær búeindir. Lágargarður varð tikin í nýtslu í 1987 og hevur 48 búpláss. Búplássini eru býtt út á tríggjar búeindir Heimarastova, Miðstova og Handarastova, har Handarastova burturav er til minnisveik. Umframt búplássini er stórkøkur, ið eisini veitir mat til heimabúgvandi í Tórshavnar Kommunu og matarhøll, virkis- og venjingarstova til heimabúgvandi og húsfólk, hárfríðkan, fótarøkt og vaskarí.

Á Handarastovu eru 16 búpláss til fólk við demenssjúku. Her verður arbeitt útfrá prinsippunum um persónssentreraða røkt og umsorgan, og skipað verður fyri aktivitetum, sum geva degnum innihald og stimbra sansirnir hjá húsfólkunum, ið hava demenssjúku. Tú kemur, saman við varadeildarleiðaranum, at vera í miðdeplinum at samskipa og skapa karmar fyri tí, í einum tryggum og heimligum umhvørvi. Tú fært ábyrgd av einum starvsliðið, ið er í menning og veitir dygdargóða røkt og umsorgan, stimbrar til heilsufremjan, fyribyrging og rehabilitering í einum virknum gerandisdegi.

Tú fært fyrisitingarliga-, fakliga- og starvsfólkaliga ábyrgd av deildini. Vit ynskja ein deildarleiðara, sum bæði kann virka fyri fakligar dygd, trivnaði og góðum arbeiðsumhvørvið. Tú kanst gera neyðugar raðfestingar og varðveita yvirlitið í gerandisdegnum. Tú hevur áræði, tekur initiativ, ert álitisvekjandi og kanst virka fyri einum lærandi arbeiðsplássi. Tú hevur góð samstarvsevnir, og kemur at standa á odda fyri samstarvinum við inannhýsis- og uttanhýsis samstarvspartar.

Leinkja til starvslýsingina á okkara heimasíðu

Leinkja til umsóknarskema

Líknandi størv

19. september 2024
19. september 2024

Umbið Persónliga Fráboðan

Tygum fáa nú starvslýsingar sum passa til núverandi leiting.

T-post Fráboðan

T-post Fráboðan vera sendar tygum Umbið

 

Persónligi RSS Føðari

Tygara persónligi RSS Føðari er niðanfyri, avrita og set í tygara RSS lesara.
Umbið