Lýsing
Hevur tú hug at leiða eina vælskipaða tænastu og eitt eldhuga toymi í heimatænastuni hjá Roðanum?
Vit leita eftir einum ágrýtnum og dugnaligum deildarleiðara til heimatænastuna, sum fevnir um bæði heimasjúkrarøkt og heimahjálp.
Roðin er eldrasamstarvið millum Nes,- Sjóvar,- og Runavíkar kommunu. Visjónin fyri Roðan er, at skapa eitt eldraøki, sum gongur á odda og er viðurkent fyri sína fakliga sterku, samanhangandi og tryggu tænastu. Eitt eldraøki, har hvør einstakur borgari – í egnum heimi, á røktarheimi ella í fyribyrgjandi tilboðum – upplivir eitt lív við virðing, sjálvræði og lívsgóðsku.
Roðin er ikki bert ein tænastuveitari, men eitt trygt stað, har bæði borgarar, avvarðandi og starvsfólk kenna seg væl.
Heimatænastan í Roðanum hevur til endamáls, við støði í dygdargóðari røkt og umsorgan, at skapa tryggleika og lívsgóðsku hjá eldri borgarum í egnum heimi. Tænastan er smidlig og tekur støði í tørvi, ynskjum og møguleikum hjá tí einstaka. Arbeitt verður fyribyrgjandi og viðgerandi fyri at fremja sjálvbjargni og virðing, soleiðis at hvør einstakur borgari kann liva eitt innihaldsríkt lív við so góðari lívsgóðsku, sum til ber.
Um starvið
Talan er um eitt fulltíðarstarv. Sum deildarleiðari fært tú høvuðsábyrgdina fyri dagligu leiðsluni av tænastuni og starvsfólkunum í heimatænastuni. Tú verður leiðari hjá einum tvørfakligum toymi, sum arbeiðir tætt saman fyri at tryggja dygd, umsorgan og samanhang í røktini av borgarunum.
Tað er týdningarmikið, at tú dugir at skapa eitt gott arbeiðsumhvørvi, eggjar starvsfólkunum og samstundis tryggjar, at raksturin koyrir væl. Starvið krevur tætt samstarv við aðrar deildir og fakbólkar í Roðanum fyri at tryggja eina heildarætlan fyri borgararnar.
Deildarleiðarin vísir til leiðaran í Roðanum.
Tínar uppgávur
- Daglig leiðsla og samskipan av heimarsjúkrarøktarfrøðingum og heimahjálpum.
- Tryggja høga dygd og fakligheit í røktini.
- Skipa arbeiðsætlanir og førleikabýti - herímillum vaktarætlan og eftirlit.
- Ábyrgd av trivnaði hjá starvsfólkunum.
- Tryggja eftirlit av galdandi skipanum, reglum og leiðreglum innan eldra- og heilsuøkið.
- Regluligt og virðiligt samskifti og samstarv við avvarðandi, borgarar og aðrar samstarvspartar.
Vit leita eftir tær, sum
- Er útbúgvin sjúkrarøktarfrøðingur.
- Hevur royndir frá eldraøkinum og/ella heimarøktini.
- Hevur áhuga fyri leiðslu. Tað kann vera ein fyrimunur um tú hevur royndir ella útbúgving innan leiðslu.
- Hevur góð samskiftisevni og dugir at skapa trivna og samanhald millum starvsfólkini.
- Hevur gott yvirlit og dugir at handfara ein til tíðir krevjandi gerandisdag við fjølbroyttum uppgávum.
- Hevur KT-førleikar og tað kann vera ein fyrimunur um tú hevur royndir við skjalfestingarskipanini Cosmic.
Vit bjóða
- Eitt spennandi og týdningarmikið leiðarastarv.
- Eitt eldhuga og fakliga sterkt starvsfólkatoymi.
- Møguleika fyri fakligari og persónligari menning.
- Eitt arbeiðspláss, sum leggur dent á dygd, trivnað, samstarv og virðing.
Setanarviðurskifti
Starvið verður at seta 1. februar 2025 og lønt sambært sáttmála við KAF/Fíggjarmálaráðið og Felagið Føroyskir Sjúkrarøktarfrøðingar.
Meira fæst at vita
Um tú hevur spurningar um starvið, ert tú vælkomin at seta teg í samband við Jóngerð Guttesen, Leiðara á tlf 478300 ella við telduposti jongerdg@rodin.fo
Umsókn
Umsókn saman við lívsrensli og prógvum verður at senda til rodin@rodin.fo.
Umsóknarfreistin er 15. desember 2024.