Heilsufrøðiliga starvsstovan
Útgivið
20. december 2024
Útgongur
4. januar 2025
Staður
Faroe Islands
Starvsstaður

Lýsing

Søkt verður eftir deildarleiðara í fast starv til kemisku kanningarstovuna. Deildin ger kemiskar kanningar av matvørum, vatni og umhvørvi. Kanningarstovan er væl útgjørd og hevur nýggja og nútímans útgerð til allar kanningar.

Starvslýsing
Deildarleiðarin á kemisku deild hevur høvuðsábyrgdina av:

Fakligu og teknisku leiðsluni á deildini

  • At menna og stovnseta kanningarhættir innan kemiska fakøkið
  • At tryggja, at kanningarnar og arbeiðið á deildini altíð er í samsvari við akkrediteringina smbrt. DS/EN ISO/IEC 17025:2017
  • At fakliga menningin sum heild nøktar tann tørv, sum myndugleikar og viðskiftarar hava fyri kanningum og tænastum innan kemiska økið
  • At menna starvsfólk fakliga í mun til tørvin á kemisku deild
  • At dagføra og framhaldandi menna góðskuskipanina
  • Samskifti við útlendskar undirveitarar av kanningum.

Starvið inniheldur eisini aðrar uppgávur í sambandi við rakstur av deildini. Deildarleiðarin er partur av leiðslubólkinum á stovninum og hevur sostatt eisini stovnsuppgávur.

Krøv til útbúgving og kunnleika
Akademiskt prógv í náttúruvísindi frá hægri lærustovni / universiteti á MSc. stigi, og við royndum við kemiskum kanningum.

Leiðslu- og starvsroyndir er krav.

Góður kunnleiki krevst til KT skipanir.

Tú hevur góð samstarvsevni, vera nærlagdur/nærløgd og duga at arbeiða miðvíst og sjálvstøðugt.

Tú dugur væl at leiða starvsfólk og fara væl við viðskiftarum hjá stovninum.

Tín málsligi førleiki er føroyskur / norðurlendskur, eins og málsligur førleiki í enskum er ein fyrimunur.

Koyrikort til persónbil er ein fyrimunur.

Tíð og setanarviðurskifti
Starvið er fulltíðarstarv til setan skjótast gjørligt, seinast mitt í mars 2025.
Lønin verður sambært sáttmála millum Fíggjarmálaráðið og Akademikarafelag Føroya. Viðbótin fyri deildarleiðarastarvið er samsvarandi deildarleiðara 2.
Sí annars heimasíðuna hjá Lønardeildini í Fíggjarmálaráðnum: www.fmr.fo.

Umsóknin
Umsóknir til starvið sent til hfs@hfs.fo ella sent til Smyrilsveg 7, FO 100 Tórshavn, við avriti av prógvum og viðmælum, skal verða okkum í hendi í seinasta lagi fríggjadagin hin 3. januar 2025, kl. 12.00. Setanarsamrøður verða í viku 2 í 2025.

Fleiri upplýsingar fáast við at venda sær til Bárð Enni, stjóra, á telefon 55 64 00.

Heilsufrøðiliga starvsstovan er stovnur undir Uttanríkis- og vinnumálaráðnum. Stovnurin umsitur m.a. matvøru-, djórasjúku-, djóravælferðar-, djóralækna- og alilógina og rekur kanningarstovu í hesum sambandi.

Stutt um kemisku deild
Á kemisku deildini starvast íalt 6 fólk. Kanningarstovan er ein vælvirkandi deild, har starvsfólkið dagliga strembar eftir dygdargóðum avriki og einum góðum arbeiðsumhvørvi.

Kemiska kanningarstovan er altjóða góðkend kanningarstova (sí www.danak.dk, akkr. nr.: 303).

Líknandi størv

Barrleiðari til ’Tubbak’   Faroe Islands nýtt
7. februar 2026
Barrtænari til ’Tubbak’   Faroe Islands nýtt
7. februar 2026
7. februar 2026

Umbið Persónliga Fráboðan

Tygum fáa nú starvslýsingar sum passa til núverandi leiting.

T-post Fráboðan

T-post Fráboðan vera sendar tygum Umbið

 

Persónligi RSS Føðari

Tygara persónligi RSS Føðari er niðanfyri, avrita og set í tygara RSS lesara.
Umbið