Lýsing
Vit søkja eftir avloysara fyri deildarleiðara á mikrobiologisku kanningarstovuni.
Deildin ger mikrobiologiskar kanningar av matvørum, drekkivatni, framleiðsluvatni, fóðri, súrløgu, reinføri og tílíkt.
Kanningarstovan er væl útgjørd til mikrobiologiskar kanningarnar.
Starvslýsing
Deildarleiðarin á mikrobiologisku kanningarstovuni hevur høvuðsábyrgdina av:
- Fakligu og teknisku leiðsluni á deildini
- At menna og stovnseta kanningarhættir á mikrobiologiska fakøkinum
- At tryggja, at kanningarnar og arbeiðið altíð er í samsvari við akkrediteringina
- At fakliga menningin nøktar tann tørv, sum myndugleikar og viðskiftarar hava fyri kanningum og tænastum á økinum
- At menna starvsfólk fakliga
- At dagføra og framhaldandi menna góðskuskipanina sambært DS/EN ISO/IEC 17025:2017
- Samskifti við mynduleikar og viðskiftarar av kanningum.
Starvið fevnir eisini um aðrar uppgávur í sambandi við rakstur av deildini.
Deildarleiðarin er partur av leiðslubólkinum á stovninum og hevur sostatt eisini stovnsuppgávur.
Krøv til útbúgving, kunnleika og persónligar eginleikar
Akademiskt prógv í náttúruvísindi frá hægri lærustovni / universiteti á M.Sc. stigi, við denti á mikrobiologi.
Áhugi krevst fyri KT skipanum sum heild.
Tú skalt vera fakliga væl fyri, duga væl at samstarva og at samskifta, vera vælskipað/-ur og greið/-ur og duga at leiða eitt toymi
Haraftrat skalt tú duga væl at fara við starvsfólki og viðskiftarum hjá stovninum annars.
Tín málsligi førleiki er føroyskur / norðurlendskur, eins og málsligur førleiki í enskum er ein fyrimunur.
Leiðslu- og starvsroyndir innan mikrobiologiska økið og koyrikort til perónbil eru ein fyrimunur.
Tíð og setanarviðurskifti
Starvið er fulltíðarstarv til setan 1. oktober 2023.
Skeiðið er til og við 30 september 2024 – við møguleika at leingja í enn eitt ár til 30. september 2025.
Lønin verður sambært sáttmála millum Fíggjarmálaráðið og Akademikarafelag Føroya. Viðbótin fyri deildarleiðarastarvið er samsvarandi deildarleiðara 2.
Sí annars heimasíðuna hjá Lønardeildini í Fíggjarmálaráðnum: www.fmr.fo.
Umsóknin
Umsókn til starvið, við avriti av prógvum, tilvísingum og viðmælum, skal verða okkum í hendi í seinasta lagi mikudagin 16. august 2023 kl. 12.00 og latast á hfs@hfs.fo ella til Heilsufrøðiliga starvsstovan, Smyrilsvegur 7, FO 100 Tórshavn.
Fleiri upplýsingar fáast við at venda sær til Bárð Enni, stjóra á telefon 55 64 00.
Heilsufrøðiliga starvsstovan er stovnur undir Uttanríkis- og vinnumálaráðnum. Stovnurin umsitur m.a. matvøru-, djórasjúku-, djóravælferðar-, djóralækna- og alilógina og rekur kanningarstovu í hesum sambandi.
Stutt um mikrobiologisku kanningarstovuna;
Á mikrobiologisku deild starvast íalt 9 fólk. Arbeiðið á deildini er eyðkent av toymisarbeiði. Starvsfólkið strembar dagliga eftir dygdargóðum avriki og einum góðum arbeiðsumhvørvi.
Mikrobiologiska kanningarstovan er altjóða góðkend kanningarstova (sí www.danak.dk, akkr. nr.: 303).
Kanningarstovan hjá Heilsufrøðiligu starvsstovuni er á Debesartrøð.