Norðoya Bú- og Heimatænasta
Útgivið
10. oktober 2023
Útgongur
24. oktober 2023
Staður
Faroe Islands
Starvsstaður

Lýsing

Brennur tú fyri at arbeiða nýskapandi og fyribyrgjandi, og leingist tær eftir avbjóðingum, so er tað kanska tær, vit sóknast eftir til at leiða nýggja dagtilhaldið fyri fólkapensjónistar, sum í næstum skal lata upp á Viðareiði. Talan er um fast starv frá 1. desember 2023 á starvsbroti 0,7.

Førleikakrøv og karmar
Dagtilhaldið verður ein samantvinning av einum opnum dagtilhaldstilboði og einum visiteraðum tilboði til fólkapensjónistar, sum hava fingið staðfest eina demenssjúku. Tí krevur starvið heilsufakliga ella námsfrøðiliga útbúgving. Harafturat eru royndir innan demensøkið og leiðslu fyrimunir.

NBH er í støðugari menning, og tú fert sum deildarleiðari at hava ein týðandi leiklut í hesi tilgongd. Eisini verður tú partur av leiðslutoyminum hjá NBH.

Starvið inniheldur fjølbroyttar fakligar avbjóðingar, og sum deildarleiðari fert tú bæði at arbeiða sjálvstøðugt og í tøttum samstarvi við starvsfólk, borgarar og avvarðandi teirra. Tí eru góð samstarvs- og samskiftisevni týdningarmiklir eginleikar.
Hjá NBH leggja vit stóran dent á høgt fakligt støði, tí verður væntað, at deildarleiðarin tekur lut í og setur sín dám á framhaldandi menning av tænastum og tilboðum. NBH ynskir somuleiðis at styrkja leiðsluførleikarnar og bjóðar tí eisini deildarleiðarum leiðslumenning.

NBH strembar áhaldandi ímóti at betra og tillaga tænasturnar við støði í tørvi og ynskjum hins einstaka, og tí verður somuleiðis væntað av tær, at tú tolir at arbeiða undir broyttum umstøðum og at arbeiða við broytingum. Av tí at starvið er nýtt, kann verða talan um broytingar bæði í innihaldi og starvsbroti.

NBH strembar eftir at skapa møguleikar fyri einum skipaðum og innihaldsríkum gerandisdegi í dagtilhaldinum, har dentur verður lagdur á heilsumennandi og fyribyrgjandi virksemi, ið eggjar borgaranum at vera virkin í egnum lívi. Væntast kann, at arbeiðið verður skiftandi og dagarnir ymiskir, og fer hetta at krevja fleksibilitet.

Upplýsingar um Norðoya Bú- og Heimatænastu
Á heimasíðuni https://nbh.fo/leys-stoerv/ finnur tú fleiri upplýsingar um starvsprofilar og setnartilgongd. Harumframt kanst tú kunna teg um visjónina hjá NBH.

Lønar- og setanartreytir
Lønar- og setanartreytir eru sambært sáttmála millum Fíggjarmálaráðið/Kommunala Arbeiðsgevarafelagið og avvarðandi fakfelag.

Nærri kunning um starvið fæst við at venda sær til Marnu E. Jensen, stjóra fyri NBH, á tel. 793400, yrkadagar millum kl. 10-15 ella við telduposti til nbh@nbh.fo.

Umsókn, við avritum av prógvum, autorisatión v.m., verður at senda til nbh@nbh.fo ella Norðoya Bú- og Heimatænastu, Nólsoyar Pálsgøta 32, Postsmoga 2, FO-710 Klaksvík.

Umsóknarfreistin til starvið er 24. oktober 2023.

Líknandi størv

3. marts 2026

Umbið Persónliga Fráboðan

Tygum fáa nú starvslýsingar sum passa til núverandi leiting.

T-post Fráboðan

T-post Fráboðan vera sendar tygum Umbið

 

Persónligi RSS Føðari

Tygara persónligi RSS Føðari er niðanfyri, avrita og set í tygara RSS lesara.
Umbið