Lýsing
Almannaverkið er í løtuni í eini tilgongd, har bygnaðurin verður broyttur við tí endamáli at skapa eitt meiri samanhangandi virksemi, ið arbeiðir fyribyrgjandi, mennandi og endurmennandi, og sum varðveitir og mennir eina vælvirkandi og nærverandi málsviðgerð. Endamálið er eisini at skapa karmar, sum loyva tvørfakligum samstarvi at virka og vaksa í enn størri mun. Vit seta fokus á bestu og mest framkomnu sosialu tænastuna, sum samsvarar við væntanir hjá borgarum, og har vit gagnnýta tilfeingið skynsamt. Í hesum sambandi søkja vit eftir deildarleiðara til nýggju deildina Rakstur og innkeyp.
Um starvið
Talan er um fulltíðarstarv at seta skjótast gjørligt ella eftir nærri avtalu. Tú verður partur av einum leiðslutoymi við fýra deildarleiðarunum við beinleiðis tilvísing til fíggjarstjóran. Høvuðsarbeiðsstaðurin er í Havn.