Norðoya Bú- og Heimatænasta
Útgivið
27. juni 2023
Útgongur
20. juli 2023
Staður
Faroe Islands
Starvsstaður

Lýsing

Norðoya Bú- og Heimatænasta, NBH, søkir eftir deildarleiðara til Sambýlið í Bøgøtu at byrja í starvi 1. september 2023.

Endamálið við starvinum er at tryggja, at búfólkini fáa nøktandi tænastu á einum fakliga høgum støði, og at tað áhaldandi verður arbeitt við at skapa karmar fyri, at tey kunnu trívast.

Starvið krevur útbúgving og autorisatión sum sjúkrarøktafrøðingur. Harafturat kunnu útbúgving og royndir í leiðslu vera fyrimunir, eins og útbúgving og royndir innan demensøkið.

Sambýlið í Bøgøtu er eitt hugnaligt heim, sum er karmur um 6 búpláss hjá fólkum, ið hava fingið staðfest demenssjúku.

Starvsinnihald
NBH er í støðugari menning, og tú fert sum deildarleiðari at hava ein týðandi leiklut í hesi tilgongd. Eisini verður tú partur av leiðslutoyminum hjá NBH.

Starvið inniheldur fjølbroyttar fakligar avbjóðingar, og su deildarleiðari fert tú bæði at arbeiða sjálvstøðugt og í tøttum samstarvi onnur starvsfólk, búfólk og avvarðandi teirra. Tí eru góð samstarvs- og samskiftisevni týdningarmiklir eginleikar.

Hjá NBH leggja vit stóran dent á høgt fakligt støði, tí verður væntað, at deildarleiðarin tekur lut í og setur sín dám á framhaldandi menning hjá starvsfólkum og av tænastum og tilboðum.

NBH strembar áhaldandi ímóti at betra og tillaga tænasturnar við støði í tørvi og ynskjum hins einstaka, og tí verður væntað av tær, at tú tolir at arbeiða undir broyttum umstøðum og at arbeða við broytingum.

Fleiri upplýsingar
Á heimasíðuni https://nbh.fo/leys-stoerv/ finnur tú fleiri upplýsingar um starvsprofilar, setnartilgongd og visjónsorðingina hjá NBH.

Lønar- og setanartreytir
Lønar- og setanartreytir eru sambært sáttmála millum Fíggjarmálaráðið/Kommunala Arbeiðsgevarafelagið og Felagið Føroyskir Sjúkrarøktarfrøðingar.

Nærri kunning um starvið fæst við at venda sær til Marnu E. Jensen, stjóra fyri NBH, á tel. +298 793400, yrkadagar millum kl. 10-15 ella við telduposti til nbh@nbh.fo.

Umsókn, við avritum av prógvum, autorisatión v.m., verður at senda til nbh@nbh.fo ella Norðoya Bú- og Heimatænastu, Nólsoyar Pálsgøta 32, Postsmoga 2, FO-710 Klaksvík.

Umsóknarfreistin til starvið er á middegi 20. juli 2023.

Líknandi størv

4. marts 2026

Umbið Persónliga Fráboðan

Tygum fáa nú starvslýsingar sum passa til núverandi leiting.

T-post Fráboðan

T-post Fráboðan vera sendar tygum Umbið

 

Persónligi RSS Føðari

Tygara persónligi RSS Føðari er niðanfyri, avrita og set í tygara RSS lesara.
Umbið