Norðoya Bú- og Heimatænasta
Útgivið
1. august 2023
Útgongur
23. august 2023
Staður
Faroe Islands
Starvsstaður

Lýsing

Norðoya Bú- og Heimatænasta, NBH, søkir eftir deildarleiðara til Sambýlið í Bøgøtu at byrja í starvi 1. oktober 2023.

Endamálið við starvinum er at tryggja, at búfólkini fáa nøktandi tænastu á einum fakliga høgum støði, og at tað áhaldandi verður arbeitt við at skapa karmar fyri, at tey kunnu trívast.

Starvið krevur útbúgving og autorisatión sum sjúkrarøktarfrøðingur. Harafturat kunnu útbúgving og royndir í leiðslu vera fyrimunir, eins og útbúgving og royndir innan demensøkið.

Sambýlið í Bøgøtu er eitt hugnaligt heim, sum er karmur um 6 búpláss hjá fólkum, ið hava fingið staðfest demenssjúku.

Starvsinnihald
NBH er í støðugari menning, og tú fert sum deildarleiðari at hava ein týðandi leiklut í hesi tilgongd. Eisini verður tú partur av leiðslutoyminum hjá NBH.

Starvið inniheldur fjølbroyttar fakligar avbjóðingar, og sum deildarleiðari fert tú bæði at arbeiða sjálvstøðugt og í tøttum samstarvi við onnur starvsfólk, búfólk og avvarðandi teirra. Tí eru góð samstarvs- og samskiftisevni týdningarmiklir eginleikar.

Hjá NBH leggja vit stóran dent á høgt fakligt støði, tí verður væntað, at deildarleiðarin tekur lut í og setur sín dám á framhaldandi menning hjá starvsfólkum og av tænastum og tilboðum. NBH ynskir somuleiðis at styrkja
leiðsluførleikarnar og bjóðar tí eisini deildarleiðarum leiðslumenning.

NBH strembar áhaldandi ímóti at betra og tillaga tænasturnar við støði í tørvi og ynskjum hins einstaka, og tí verður væntað av tær, at tú tolir at arbeiða undir broyttum umstøðum og at arbeiða við broytingum.

Upplýsingar um Norðoya Bú- og Heimatænastu
Á heimasíðuni https://nbh.fo/leys-stoerv/ finnur tú fleiri upplýsingar um starvsprofilar og setnartilgongd.
Harumframt kanst tú kunna teg um visjónina hjá NBH.

Lønar- og setanartreytir
Lønar- og setanartreytir eru sambært sáttmála millum Fíggjarmálaráðið/Kommunala Arbeiðsgevarafelagið og Felagið Føroyskir Sjúkrarøktarfrøðingar.

Nærri kunning um starvið fæst við at venda sær til Marnu E. Jensen, stjóra fyri NBH, á tel. 793400, yrkadagar millum kl. 10-15 ella við telduposti til nbh@nbh.fo.

Umsókn, við avritum av prógvum, autorisatión v.m., verður at senda til nbh@nbh.fo ella Norðoya Bú- og Heimatænastu, Nólsoyar Pálsgøta 32, Postsmoga 2, FO-710 Klaksvík.

Umsóknarfreistin til starvið er á middegi 23. august 2023.

Upplýsingar um Norðoya Bú- og Heimatænastu

Virðir
Virksemið hjá NBH er skipað strategiskt, og er grundað á virðini: Nærveru, fleksibilitet og álit heldur enn eftirlit. Við støði í hesum virðum er visjón fyri framtíðarvirksemið hjá NBH orðað.

Visjón

  • NBH strembar eftir at skapa fjøltáttaðar møguleikar fyri nærveru, eldru borgarum, avvarðandi og starvsfólkum at gagni.
  • NBH vil raðfesta fleksibilitet og samskapan í teimum loysnum, ið framyvir skulu finnast á eldraøkinum.
  • Fyritreytin er eitt hugvekjandi øki, sum er grundað á álit, høgt fakligt støði og virðing.

Bygnaður
Norðoya Bú- og Heimatænasta umsitir eldraøkið í Norðoyggjum, og hevur tískil ein týðandi leiklut í Norðoyggjum. Fleiri enn 500 borgarar gagnnýta tænastur og tilboð, sum NBH veitir.

Í NBH eru áleið 250 starvsfólk umboðað av 10 ymiskum fakbólkum, sum starvast á fleiri ymiskum økjum.

Setanartilgongd
Umsøkjararnir til deildarleiðarastarvið fáa móttøkuváttan, tá ið NBH hevur móttikið umsóknina. Setanarsamrøðurnar verða væntandi fyrst í viku 35 í 2023. Gongst sum ætlað, fáa umsøkjararnir svar í seinasta lagi mikudagin 30. august 2023.

Ábyrgdarøki, starvskarmar og møguleikar
Í tøttum samstarvi við stjóran fyri NBH hevur deildarleiðarin ábyrgd av dagligu leiðsluni á Sambýlinum í Bøgøtu.

Sum deildarleiðari skalt tú at tryggja, at búfólkini fáa nøktandi tænastu á einum fakliga høgum støði, og at tað áhaldandi verður arbeitt við at skapa karmar fyri, at tey kunnu trívast.

Somuleiðis verður tað tín uppgáva at tryggja, at arbeiðsætlanin stuðlar undir dygd og samanhangi í røktini, samstundis sum sáttmálarnir hjá starvsfólkunum verða hildnir, at tilfeingið verður nýtt til fulnar, og at fíggjarætlanin fyri Sambýlið í Bøgøtu heldur.

Sum deildarleiðari fært tú, í samstarvi við fakliga samskiparan hjá NBH, ábyrgd av, at fakliga styrkin hjá starvsfólkunum verður ment, og tí er neyðugt, at deildarleiðarin ger sítt til at menna eitt vælvirkandi tvørfakligt samstarv, sum kann stuðla og fremja vitanardeiling.

NBH raðfestir eitt trygt og heimligt umhvørvi í búeindunum. Tí verður væntað, at deildarleiðarin virkar fyri dygdargóðari røkt og viðgerð í eini fyribyrgjandi og rehabiliterandi tilgongd, í góðum og virðiligum samstarvi við búfólk, starvsfólk og avvarðandi.

Øll starvsfólk hjá NBH kunnu ókeypis nýta venjingarhølini, Ven og Virka, hjá Fysio- og ergoterapieindini í NBH.

Lønartalva
Deildarleiðarar ganga á 9. stigi í galdandi sáttmála millum Fíggjarmálaráðið/ Kommunala Arbeiðsgevarafalagið og Felagið Føroyskir Sjúkrarøktarfrøðingar, sí her  http://sjukrarokt.fo/upload/tinymce/6351b03d2526dc0b8689e2bf93f15c4fda743d30.pdf .

Líknandi størv

4. marts 2026

Umbið Persónliga Fráboðan

Tygum fáa nú starvslýsingar sum passa til núverandi leiting.

T-post Fráboðan

T-post Fráboðan vera sendar tygum Umbið

 

Persónligi RSS Føðari

Tygara persónligi RSS Føðari er niðanfyri, avrita og set í tygara RSS lesara.
Umbið