Sjóndepilin
Lýsing
Sjóndepilin søkir eftir deildarleiðara.
Starvið er fultíðarstarv (40 tímar um vikuna) og byrjar 1. februar.
Arbeiðsøki
- Verkstaðurin á Traðabrekku
- Sjóndepilin
Sjóndepilin er vitanardepil á sjón- og rehabiliteringsøkinum og veitir ráðgeving til fólk, ið eru blind ella sjónveik, til teirra avvarðandi og kunning til starvsfólk á arbeiðsplássum.
Starvið umfatar m.a.
- Dagliga leiðslu og samskipan av deildum
- Ábyrgd av at skipa fundir við ymisku deildirnar
- Starvsfólkafundir
- Starvsfólkadagar
- Hálvársætlanir
- Starvsfólkametingar og starvsfólkasamrøður
- Ábyrgd av handlinum á Traðabrekku
Fakligir førleikar:
- Útbúgving sum námsfrøðingur, lærari ella onnur viðkomandi útbúgving
- Leiðsluroyndir hava stóran fyrimun
Sjóndepilin bjóðar:
- Eitt fjølbroytt og ábyrgdarfult starv
- Góðar arbeiðsumstøður
- Fakligt og menniskjaligt samstarv
- Møguleikar fyri fakligari og persónligari menning
Umsókn
Skrivlig umsókn kann sendast til: biv@sjondepilin.fo
Freistin at søkja er 19. Januar