Vinnuháskúlin
Útgivið
6. september 2022
Útgongur
22. september 2022
Staður
Tórshavn, Denmark
Starvsstaður

Lýsing

Trygdardepilin við Áir er ein virkin trygdardepil í góðum fakligum umhvørvi. Trygdardepilin hevur til endamáls at útbúgva fólk í nýtslu av sløkki- og roykkavaraútgerð og at leiða sløkkiarbeiði, umframt onnur trygdarskeið. Á Trygdardeplinum starvast tilsamans 6 starvsfólk.

Deildarleiðarin hevur ábyrgdina av, at undirvísingin verður framd í samsvar við galdandi útbúgvingarætlanir og at Trygdardepilin framhaldandi megnar at laga seg til tær útbúgvingarligu broytingar, ið fara fram, og at tær verða framdar sambært galdandi reglum.

Deildarleiðarin hevur ábyrgdina av dagliga rakstrinum á Trygdardepilinum.

Deildarleiðarin skal vera samstarvshugað/ur og framskygd/ur og hava hollar fakligar førleikar og hava kunnleika og royndir innan leiðslu og undirvísing.

Harumframt er tað ein fyrimunur (ikki eitt krav), um umsøkjari hevur leiðslu- og námsfrøðiliga útbúgving, roykkavarainstruktør og innsatsleiðara.

Deildarleiðarin arbeiðir eisini ½ tíð sum skeiðslærari.

Førleikakrøv
Umsøkjarar skulu hava útbúgving sum skipsførari ella maskinmeistari og hava minst 2-ára starvsroyndir sum yvirmaður.

Lønar- og setanartreytir
Starvið verður lønt sambært sáttmála millum Fíggjarmálaráðið og fakfeløgini maskinmeistaralærarar ella sjómansskúlalærarar í Føroyum umframt leiðaraviðbót á 2.875,- kr. um mánaðin. Arbeiðsstaðið er á Trygdardeplinum við Áir, men viðkomandi, ið verður sett/ur, má tola broytingar í starvinum.

Umsóknir
Eru spurningar um starvið, ert tú vælkomin at venda tær til Símun Poulsen, stjóra, á teldupostadressu simun@vh.fo  telefon 517220

Umsókn saman við viðkomandi prógvum og lívsrensli skal sendast tilstarv@vh.fo Viðmerk "Deildarleiðari til Trygdardepilin”. Freistin at søkja starvið er hósdagin 22. september 2022

Skúlin tilskilar sær rætt til at velja millum innkomnar umsóknir ella ikki at seta nakran av umsøkjarunum í starv.

 

Um Vinnuháskúlan
Vinnuháskúlin bjóðar góðar og breiðar útbúgvingar, ið kunnu brúkast bæði á sjógvi og landi. Vinnuháskúlin fevnir um navigatiónsskúla, maskinmeistaraskúla og trygdardepil. Føroyingar hava altíð verið eitt siglandi fólk, og tí eru maritimu útbúgvingarnar eisini millum elstu útbúgvingar í Føroyum. Á skúlanum starvast uml. 45 starvsfólk. Skúlin er útgjørdur við nýggjastu tøkni til at stimbra og fjøltátta frálæruna. Les meira á heimasíðu skúlans www.vh.fo

Líknandi størv

Umbið Persónliga Fráboðan

Tygum fáa nú starvslýsingar sum passa til núverandi leiting.

T-post Fráboðan

T-post Fráboðan vera sendar tygum Umbið

 

Persónligi RSS Føðari

Tygara persónligi RSS Føðari er niðanfyri, avrita og set í tygara RSS lesara.
Umbið