Lýsing
Ynskir tú at leiða umhvørvisøkið í Tórshavnar kommunu? Tórshavnar kommuna søkir eftir nýggjum deildarleiðara til umhvørvisøkið.
Leiðarin á umhvørvisøkinum hevur evstu ábyrgd av at fremja umhvørvispolitikkin hjá Tórshavnar kommunu í verki, innan fíggjarligu karmarnar, sum kommunan setir av til umhvørvisøkið, íroknað játtanirnar til Kommunalu orku- og brennistøðina (KOB) og aktingarskipanina.
Tín fyrsta uppgáva verður saman við tekniska stjóra og leiðslutoyminum í teknisku fyrisiting at tillaga og skipa bygnaðin á umhvørvisøkinum til politiska ynskið um at styrkja grøna profilin hjá kommununi og soleiðis at menna kommununa á umhvørvisøkinum.
Sum deildarleiðari á umhvørvisdeildini hevur tú dagliga leiðslu og starvsfólkaábyrgd av deildini.