Lýsing
Norðoya Bú- og Heimatænasta, NBH, søkir eftir deildarleiðara til Uppistovu á Norðoya Røktarheimi. Talan er um fast starv frá 1. sept. 2022 við starvsbrøki 1,0.
Starvið krevur útbúgving og autorisatión sum sjúkrarøktarfrøðingur. Harafturat kunnu útbúgving og royndir í leiðslu vera fyrimunir.
Uppistova er karmur um 14 búpláss hjá fólkum, ið hava tørv á røkt og umsorgan alt samdøgrið.
Starvsinnihald
NBH er í støðugari menning, og tú fert sum deildarleiðari at hava ein týðandi leiklut í hesi tilgongd. Eisini verður tú partur av leiðslutoyminum hjá NBH.
Starvið inniheldur fjølbroyttar fakligar avbjóðingar, og sum deildarleiðari fert tú bæði at arbeiða sjálvstøðugt og í tøttum samstarvi onnur starvsfólk, búfólk og avvarðandi teirra. Tí eru góð samstarvs- og samskiftisevni týdningarmiklir eginleikar.
Hjá NBH leggja vit stóran dent á høgt fakligt støði, tí verður væntað, at deildarleiðarin tekur lut í og setur sín dám á framhaldandi menning hjá starvsfólkum og av tænastum og tilboðum.
NBH strembar áhaldandi ímóti at betra og tillaga tænasturnar við støði í tørvi og ynskjum hins einstaka, og tí verður væntað av tær, at tú tolir at arbeiða undir broyttum umstøðum og at arbeiða við broytingum.
Upplýsingar um Norðoya Bú- og Heimatænastu
Á heimasíðuni https://nbh.fo/leys-stoerv/ finnur tú fleiri upplýsingar um starvsprofilar og setnartilgongd. Harumframt kanst tú kunna teg um visjónina hjá NBH.
Lønar- og setanartreytir
Lønar- og setanartreytir eru sambært sáttmála millum Fíggjarmálaráðið/Kommunala Arbeiðsgevarafelagið og Felagið Føroyskir Sjúkrarøktarfrøðingar.
Nærri kunning um starvið fæst við at venda sær til Marnu E. Jensen, stjóra fyri NBH, á tel. 410000, yrkadagar millum kl. 10-15 ella við telduposti til nbh@nbh.fo.
Umsókn, við avritum av prógvum, autorisatión v.m., verður at senda til nbh@nbh.fo ella Norðoya Bú- og Heimatænastu, Nólsoyar Pálsgøta 32, Postsmoga 2, FO-710 Klaksvík.
Umsóknarfreistin til starvið er á middegi 15. juli 2022.