Norðoya Bú- og Heimatænasta
Útgivið
19. november 2021
Útgongur
6. december 2021
Staður
Nólsoyar Pálsgøta 32, Postsmoga 2, FO-710 Klaksvík, Faroe Islands
Starvsstaður

Lýsing

Orsakað ov fáum umsóknum, sóknast Norðoya Bú- og Heimatænasta, NBH, av nýggjum eftir deildarleiðara til Uppistovu á Norðoya Røktarheimi frá 1. januar 2022 ella eftir avtalu. Talan er um fulltíðarstarv.

Starvið sum deildarleiðari krevur útbúgving og autorisatión sum sjúkrarøktarfrøðingur. Útbúgving og royndir í leiðslu kunnu vera ein fyrimunur, men ikki ein fyritreyt, tí NBH ynskir at styrkja leiðsluførleikarnar hjá øllum leiðarum og bjóðar tí eisini deildarleiðarum skipaða leiðslumenning.

Starvsinnihald
NBH er í støðugari menning, og tú fert sum deildarleiðari at hava ein týðandi leiklut í hesi tilgongd. Eisini verður tú partur av leiðslutoyminum hjá NBH.

Starvið inniheldur fjølbroyttar fakligar avbjóðingar, og sum deildarleiðari fert tú bæði at arbeiða sjálvstøðugt og í tøttum samstarvi við onnur starvsfólk, búfólk og avvarðandi teirra. Tí eru góð samstarvs- og samskiftisevni týdningarmiklir eginleikar.

Hjá NBH leggja vit stóran dent á høgt fakligt støði, tí verður væntað, at deildarleiðarin tekur lut í og setur sín dám á framhaldandi menning hjá starvsfólkum og av tænastum og tilboðum.
NBH strembar áhaldandi ímóti at betra og tillaga tænasturnar við støði í tørvi og ynskjum hins einstaka, og tí verður væntað av tær, at tú tolir at arbeiða undir broyttum umstøðum og at arbeiða við broytingum.

Uppistova er karmur um 14 búpláss.

 

Upplýsingar um Norðoya Bú- og Heimatænastu
Á heimasíðuni, https://nbh.fo/storv/iskoyti-til-lysing-eftir-deildarleidar-til-uppistovu-a-nordoya-roektarheimi/, finnur tú fleiri upplýsingar um starvsprofil og setnartilgongd. Harumframt kanst tú kunna teg um visjónina hjá NBH.

Lønar- og setanartreytir
Lønar- og setanartreytir eru sambært sáttmála millum Fíggjarmálaráðið/Kommunala Arbeiðsgevarafelagið og Felagið Føroyskir Sjúkrarøktarfrøðingar.

Nærri kunning um starvið fæst við at venda sær til Marnu E. Jensen, stjóra fyri NBH, á tel. 410000, yrkadagar millum kl. 10-15 ella við telduposti til nbh@nbh.fo.

Umsókn, við avritum av prógvum, autorisatión v.m., verður at senda til nbh@nbh.fo ella Norðoya Bú- og Heimatænastu, Nólsoyar Pálsgøta 32, Postsmoga 2, FO-710 Klaksvík.

 

Umsóknarfreistin til starvið er á middegi 6. desember 2021.

Líknandi størv

Umbið Persónliga Fráboðan

Tygum fáa nú starvslýsingar sum passa til núverandi leiting.

T-post Fráboðan

T-post Fráboðan vera sendar tygum Umbið

 

Persónligi RSS Føðari

Tygara persónligi RSS Føðari er niðanfyri, avrita og set í tygara RSS lesara.
Umbið