Lýsing
Hevur tú hug og hegni at standa á odda fyri verkfrøðideildini hjá Sev? Vit sóknast eftir nýggjum deildarleiðara til verkfrøðideildina at byrja 1. apríl ella eftir avtalu.
Verkfrøðideildin
Verkfrøðideildin tekur sær av at stýra stórum parti av verkætlanunum hjá Sev. Talan er um alt slag av verkætlanum, bæði fyri netpartin, framleiðsluna og fyrisitingina.
Deildin leggur til rættis allar útbyggingar saman við deildarstjórunum fyri net og framleiðslu, og er týðandi partur av nýskapandi arbeiðnum at tryggja eina sterka, støðuga og framtíðartryggjaða føroyska elskipan.
Deildin tekur sær av OT-netinum og flest øllum OT-skipanum, umframt umsiting av fjarstýringini av framleiðsluni og netinum, hettar bæði viðv. nýgerð og rakstri.
Eisini tekur deildin sær í stóran mun av viðlíkahaldinum av koblingsstøðum, battarískipanum og synkronkompensatorum.
Á verkfrøðideildini starvast í løtuni níggju fólk við førleikum sum el-, informatik- og maskinverkfrøðingar, byggifrøðingar og elinnleggjarar.
Starvið
Sum leiðari fyri verkfrøðideildina hevur tú ábyrgd av starvsfólkunum á deildini og strategisku menningini av deildini. Harumframt hevur tú yvirskipaðu ábyrgdina av, at arbeiðið á deildini við verkætlanum og rakstraruppgávum, ið deildin tekur sær av, verður útint á skynsaman hátt.
Tú hevur yvirlit yvir allar verkætlanir, herundir eisini fíggjarligu gongdina í verkætlanunum. Vit vænta, at tú javnan vitjar byggiplássini, og setir eina æru í at fylgja verkætlanunum frá byrjan til enda í góðum samstarvi við aðrar deildir hjá Sev.
Tú
Vit vænta, at tú ert útbúgvin el- ella maskinverkfrøðingur og hevur góðar tøkniligar førleikar. Harafturat vænta vit, at tú hevur viðkomandi leiðsluroyndir ella evni sum leiðari, og dugir væl við fólki.
Tín leiðsluháttur er mennandi, savnandi og kveikjandi, samstundis sum, at tú torir at taka avgerðir uttan at brenna brýr.
Førleikakrøv annars
- viðkomandi royndir við verkætlanarleiðslu
- dugir væl at samstarva og samskifta við starvsfelagar, veitarar og viðskiftafólk
- hevur royndir við fíggjarstýring
- dugir at samskifta á føroyskum, norðurlendskum og enskum máli
Neyðugt er við koyrikorti til persónbil.
Sev
Á Sev eru vit av teirri áskoðan, at starvsfólkahópurin hevur tað best, tá ið arbeiðsumstøðurnar eru smidligar, møguleiki er fyri ávirkan á egið arbeiði og fakligari menning. Tí lurta vit eisini eftir tínum ynskjum og tørvi, í tann mun tað ber til.
Setanar- og lønarviðurskifti
Starvsstaðurin er á skrivstovuni á Landavegnum í Havn, og tú vísir til deildarstjóran fyri net.
Setanarviðurskiftini eru sambært sáttmála millum Kommunala Arbeiðsgevarafelagið og avvarðandi yrkisfelag.
Umsóknin
Hevur hetta tín áhuga, fáast fleiri upplýsingar um starvið frá Jón Nielsen, deildarstjóra fyri net, á telefon 210464. Umsóknarfreistin er 20. februar 2026. Send okkum umsókn, prógv og onnur viðkomandi skjøl á starv@sev.fo, viðmerk: Deildarleiðari verkfrøðideildin.
Sev tryggjar føroyska samfelagnum støðugan streym alt samdøgrið. Starvsfólk hjá Sev virka undir virðisorðunum: samstarv, eldhugi og virðing. Ágrýtni starvsfólkahópurin ber hvønn dag Sev framá í týðandi leiklutinum sum samfelagsins lívæðr. Vit stremba áhaldandi eftir at fáa sum mest av elframleiðsluni burtur úr varandi orkukeldum. Sev er fólksins ogn - allar kommunurnar í Føroyum eiga Sev, ið varð stovnað 1. oktober 1946.