Lýsing
Sambært lóg skal Heilsu- og umsorganartænastan veita eina samskipaða heildartænastu.
Visitatiónin og fyribyrgjandi heimavitjanir eru inngongdin til allar tænastur og tilboð í Heilsu- og umsorganartænastuni, og leiðarin hevur tí ein sera týðandi leiklut í at tryggja, at eldri borgarar í Tórshavnar kommunu fáa eina góða tænastu, sum er tillaga tørvinum hjá tí einstaka.
Deildarleiðarin fyri visitatión og Heilræði hevur ábyrgdina av, at allar visitatiónir til tænastur og tilboð hjá Heilsu- og umsorganartænastuni og allar fyribyrgjandi vitjanar eru í tráð við galdandi lóggávu og tørvin hjá borgarunum. Deildarleiðarin hevur ábyrgd av, at virksemi hjá deildini fer fram eftir galdandi fyrisitingarlóggávu og tekur hædd fyri fíggjarliga karminum í Heilsu- og umsorganartænastuni.
Í løtuni verður arbeitt við at umskipa visitatiónina og Heilræði og at leggja hesi saman undir eina leiðslu. Eisini verða nýggjar uppgávur lagdar til deildina. Deildarleiðarin fer tí eisini at hava ábyrgd av at skipa deildina, bæði í mun til starvsfólk og til nýggjar arbeiðsuppgávur, við tí fyri eyga at fáa eina vælvirkandi deild í tráð við galdandi lóggávu og til gagns fyri borgarar í Tórshavnar kommunu.
Í løtuni starvast 6 fólk í samanløgdu deildini umframt leiðaran. Eitt starv verður leyst til setan í næstum.