Lýsing
Ert tú til reiðar til eitt nýtt og spennandi starv? Starvið sum deildarstjóri í Føroya Keypssamtøku í Hoyvík er leyst at søkja.
Í FK Hoyvík eru 75 starvsfólk, ið skulu hava ein nýggjan deildarstjóra, sum skal ganga á odda og menna handilin. Tú skalt saman við øðrum dugnaligum deildarstjórum vera við til at menna eina av Føroya størstu handilsketum.
FK er ein siðbundin handil við nógvum trúgvum kundum. Tí leggja vit dent á alla tíðina at bjóða eina góða kundauppliving.
*Vøkstur og gleði*
Tú skal saman við samtaksleiðsluni standa fyri støðugum vøkstri og menning bæði av handli og starvsfólki. Tí er neyðugt, at tú hevur góð evni at leiða og útdelegera uppgávur, eins og tú dugir at fáa onnur við tær. Tú dugir at skapa eitt gott arbeiðsumhvørvi og góð úrslit saman við starvsfólkinum. Tíni avrik verða mett eftir yvirskoti og evnum at skapa ein handil við góðum og mennandi umhvørvi fyri starvsfólk og kundar.
Í samstarvi við leiðsluni er tað tú, ið...
...skipar dagliga leiðslu og vitanardeiling, ið skapar framfýsni og menning
...tryggjar góð úrslit
...tryggjar rúmligt arbeiðsumhvørvi, har øll hava rúm at trívast
...setur í starv og tryggjar røttu samansetingina av toyminum
...sær evnir hjá starvsfólki og eggjar teimum til at mennast
...leggur til rættis, skipar fyri og fylgir átøkum upp
*Tín tilgongd skapar framburð*
Sjálvt um tú ofta skalt avgreiða uppgávur her og nú, hugsar tú langskygt og strategiskt. Hetta sæst aftur í tí virkisætlan, ið tú gert saman við samtaksleiðsluni. Hesa ætlan mennir tú støðugt og livir eftir. Við tínum leiðsluroyndum úr detailhandli tekur tú tær av allari dagligari leiðslu. Sum ein modernaður leiðari dugir tú samstundis at skapa eitt arbeiðsumhvørvi, har tað er vítt til veggja, samskifti er gott og møguleikar eru at mennast. Tú dugir væl at samstarva og menna sambond. Tú ert ikki bangin fyri at biðja um hjálp, eins og tú altíð ert fús/ur at hjálpa.
*Tú selur bæði góðar vørur og góð virði*
Í FK Hoyvík ynskja vit at gera gerandisdagin lættari, sunnari, meira vistfrøðiligan og burðardyggan. Hetta uttan at gera kompromi við góðskuni. Tí tað eru altíð nýggjar verkætlanir, ið ávirka gerandisdagin hjá okkara kundum. Hetta megnar tú, tí tú av fullum huga gongur fremst og stendur fyri øllum – líka frá burðardyggum pakningi og djóravælferð, til lættari máltíðir í einum skundmiklum gerandisdegi. Samstundis hevur tú frælsi at seta tín egna dám á handilin. Harafturat hevur tú samtaksstjóran og hinar deildarstjórarnar at sparra við.
Vi vænta at tú...
...hevur royndir sum deildarstjóri/handilsleiðari/vøruhússtjóri
...hevur góð úrslit innan leiðslu, sølu og rakstrarleiðslu og virkismenning
...Kunnleiki til rakstraramboðini hjá Coop er ein fyrimunur
Vit bjóða bæði persónliga og fakliga menning og lokkandi ágóðar:
▪️ Karmar, ið geva tær møguleika at folda teg út handils- og leiðsluliga
▪️ Eina engasjeraða, jaliga og visionera stjórn
▪️ Góða løn
▪️ Góða eftirlønarskipan
▪️ Bonusskipan
Starvsbyrjanin er skjótast gjørligt, ella eftir nærri avtalu.
Hevur tú spurningar, so ring til stjóran Kristian Wolsing Tlf. +45 2444 7433. Teldupost: Kristian.wolsing@coop.dk
Ein setanarbólkur stendur fyri setanartilgongdini
Søk skjótast gjørligt og í seinasta lagi 26. mai 2024. Vit viðgera umsóknirnar so hvørt sum tær koma in