Lýsing
Deildarstjóri til Almannamálaráðið
Eitt starv sum deildarstjóri í Almannamálaráðnum er leyst at søkja. Deildarstjórin fer at leiða deildina fyri bústaðar-, byggi- og javnstøðumálum, har 5 málsviðgerðar í løtuni starvast.
Deildarstjórin kemur sjálvur at mynda starvið og fær harumframt góðar møguleikar fyri persónligari og fakligari menning.
Deildarstjórin hevur m.a.:
• Ábyrgd av at ráðgeva landsstýrismanninum og aðalstjóranum
• ábyrgd av at tilevna uppskot til lógir og kunngerðir og reglur á økinum
• ábyrgd av ráðgevingini av stovnunum innan málsøkið
• ábyrgd av starvsfólkunum á deildini og dagligu leiðsluna av hesum
• ábyrgd av miðling fyri alt ráðið
Tann, ið verður settur skal hava viðkomandi hægri útbúgving innan t.d. búskap, stjórnmálafrøði, samfelagsfrøði ella løgfrøði. Fyrimun hevur umsøkjari, sum harumframt hevur leiðsluroyndir, kunnleika til almannaøkið, evni at seta í verk fyriskipanir, góð leiðslu- og samstarvsevni og vitan um tær treytir, sum eru galdandi í einari politiskari fyrisiting.
Tú skalt hava góð evni at sjóða saman fólk og við einum stimbrandi leiðsluhátti at birta eldhuga millum hesi. Tú skalt megna at skapa virðing og trivnað innanhýsis millum starvsfólk og uttanhýsis við samstarvspartar o.o. Umráðandi er at skapa trúvirði, vera álítandi og duga væl at lýsa egin sjónarmið. Tú skalt evna innliving og virðing fyri hugskotum og sjónarmiðum hjá øðrum.
Deildarstjórin vísir til aðalstjóran. Setanarøkið er Almannamálaráðið umframt stjórnarráðini.
Starvið verður lønt ájavnt 37. lønarflokk hjá tænastumonnum landsins, umframt 15% í eftirløn, tó uttan at vera tænastumannastarv.
Umsókn við avriti av prógvum, C.V. o.ø. skal sendast til:
Almannamálaráðið
Eirargarður 2
FO-100 Tórshavn
Ella á teldupost: umsokn@amr.fo
Umsóknin skal vera okkum í hendi í seinasta lagi fríggjadagin 18. februar.
Nærri fæst at vita um starvið við at venda sær til Eyðun Mohr Hansen, aðalstjóra, á tlf. 734049 ella eydun@amr.fo.
_____________________________________________________________________________________________Almannamálaráðið (www.amr.fo) umsitur almanna-, familju-, bústaðar- og javnstøðumál. Tað starvast í løtuni 15 fólk
í ráðnum. Uppgávan hjá Almannamálaráðnum er í høvuðsheitinum at ráðgeva landsstýrismanninum, at tilevna
lógaruppskot, kunngerðir og aðrar reglur, at leggja til rættis fíggjarlógararbeiðið og hava játtanareftirlit við økinum
og at veita stovnum undir ráðnum ráð og vegleiðing.