
Lýsing
Søkt verður eftir tveimum røskum fólkum til útiarbeiði á deild okkara við Norðskála.
Fyrra starvið fevnir í stuttum at vaska alinótir meðan seinna starvið fevnir um at viðgera alinótir við impregnering/coating áðrenn tær skulu út til kundan. Vantast kann eisini at skulu gera annað fyrifallandi arbeiði.
Arbeitt verður í einum toymi men eisini sjálvstøðugt og er talan er um støðugt fulltíðararbeiði.
Trukkloyvi er ikki eitt krav, men møguliga ein fyrimunur.
Eru spurningar um starvið, kanst tú ringja til Eddie Ennigarð tel. 212026.
Vónin varð stovnað í 1969 og er í dag ein av heimsins fremstu framleiðarum av fiskireiðskapi og aliútgerð við 17 deildum í Føroyum, Kanada, Grønlandi, Norra, Litava, Danmark og Russlandi. Í samtakinum starvast umleið 450 fólk.