Bakkafrost
Útgivið
18. juni 2024
Útgongur
1. juli 2024
Staður
Faroe Islands
Starvsstaður

Lýsing

Dekkari til “Bakkabrúgv”
Vit søkja eftir dekkara til “Bakkabrúgv”, ein av okkara 9 tænastubátum. “Bakkabrúgv” er tvíkilja frá 2020, sum er umbygd til nótavask. “Bakkabrúgv” hevur tveir ROV-nótavaskarar, sum øll manningin uppá skift koyrir frá tveimum stýrisstólum á brúnni. Umframt hetta ger dekkarin vanligt deksarbeiði.

Tín vangamynd

  • Tú hevur heilsubók og trygdarskeið
  • Tú ert ikki bangin fyri at taka fatt, og ert væl skipað/ur
  • Tú ert ábyrgdarfull/ur og hevur ein positivan hugburð til uppgávurnar

Løn og setanartreytir
Arbeitt verður í tørnskipan 1:1 og útmynstringartíðarskeiðið verður 2 vikur. Løn og setanartreytir eru sambært galdandi felags sáttmála millum Reiðarafelagið fyri Handilsskip og Sjómannadeild FF’s.

Meira at vita
Vilt tú hava meira at vita um starvið, ert tú vælkomin til at seta teg í samband við Sverra Kjærbæk, rakstrarleiðara, á tel 23 50 50, ella við t-brævi til svkj@bakkafrost.com.

Umsókn
Søk starvið umvegis leinkjuna niðast í lýsingini.

Umsóknarfreist
Umsóknarfreistin er 1. juli 2024. Allar umsóknir verða viðgjørdar í trúnaði.

Um Bakkafrost
Bakkafrost samtakið er størsta alifyritøka í Føroyum og næststørsta alifyritøka í Skotlandi. Samtakið hevur fulla virðisketu frá fóðri, smolt- og laksaaling, kryvjing, liðugvøruframleiðslu til sølu. Framleiðslan av mjøli, lýsi og fóðri er á Havsbrún í Fuglafirði. Kryvjivirkini eru á Glyvrum og í Vági, meðan liðugvøruframleiðslan (góðskingarvirkið) er á Glyvrum, og alivirksemi er í Norðoyggjum, Eysturoynni, Streymoynni, Suðuroynni og í Skotlandi. Felagið hevur lívfiskavirksemi í Streymoy, Sandoy og í Skotlandi og harumframt eitt biogassvirki á Streymoynni. Høvuðsskrivstova felagsins er á Glyvrum og søla- og umsiting er eisini í Edinburgh, Munkebo, Boulogne-sur-Mer og í New Jersey. Samanlagt hevur samtakið 1.648 starvsfólk (ársverk)

SØK STARVIÐ

Líknandi størv

4. august 2025

Umbið Persónliga Fráboðan

Tygum fáa nú starvslýsingar sum passa til núverandi leiting.

T-post Fráboðan

T-post Fráboðan vera sendar tygum Umbið

 

Persónligi RSS Føðari

Tygara persónligi RSS Føðari er niðanfyri, avrita og set í tygara RSS lesara.
Umbið