Lýsing
Dekkari til farmaskipið Eystnes
Kom og starvast sum dekkari umborð á Eystnes. Vit bjóða eitt starv við skiftisskipan áljóðandi 4 vikur umborð og 4 vikur í landi, við byrjan 27. mai 2022.
Uppgávur
Arbeiðið er fjøltáttað og avbjóðandi. Uppgávurnar eru m.a.:
- Luttaka í allari lasting/lossing og øðrum arbeiði í samband við rakstrinum á skipinum
- Fyrifallandi viðlíkahaldsarbeiði
- Kagtænasta
- Trygg handfaring av øllum arbeiðsamboðum og allari útgerð umborð
- Tætt samskifti við tínar starvsfelagar
Førleikakrøv
- Heilsuprógv
- Trygdarskeið og brandskeið
- Prógv sum fulltikin dekkari Reg. II/5
- Ert arbeiðssom/samur og umhugsin
- Ert fyrikomandi og hevur góð samstarvsevnir
Setanartreytir
Setanartreytir sambært sáttmála millum Føroya Fiskimannafelag og Reiðarafelagið fyri Handilsskip.
Umsókn
Umsóknarfreistin er 15. mai 2022. Umsóknir verða viðgjørdar leypandi. Tú søkir starvið við at senda eina umsókn til starv@smyrilline.fo.
Hevur tú spurningar til starvið, ert tú vælkomin at seta teg í samband við HR-deildina umvegis HR@smyrilline.fo.
Um Smyril Line
Høvuðsvirksemið hjá Smyril Line er fólka- og farmaflutingur í Norðuratlantshavi. Smyril Line eigur størsta ferðafólkaskipið í Norðuratlantshavi, nevniliga Norrönu. Harumframt eigur Smyril Line fraktfyritøkuna Smyril Line Cargo, sum hevur fraktskipini Eystnes, Hvítanes, Mykines, Akranes, Mistral og fraktfyritøkuna OCD. Eisini hevur Smyril Line yvirtikið P/F Hotel Hafnia, ið rekur Hotel Hafnia, Hotel Brandan og matstovuna Katrinu Christiansen.