Havstovan
Útgivið
4. februar 2026
Útgongur
25. februar 2026
Staður
Faroe Islands
Starvsstaður
Slag
Fast starv, Ófaklært, Fulltíðarstarv
Navn
-
Tlf. nr.
-
Teldupostur
-

Lýsing

Fjølbroytt og spennandi starv sum dekkari er leyst at søkja umborð á havrannsóknarskipinum Jákup Sverra.

Jákup Sverri ger ymsar rannsóknar- og fiskitúrar gjøgnum árið eftir fastlagdari árligari sigliætlan. Umframt rannsóknir í føroyskum sjóøki, verður nakrar ferðir um árið farið í onnur sjóøki at gera kanningar. Túralongdin er vanliga úr einari upp í tríggjar vikur.

Arbeiðsøkið
Arbeiðsøkið er á dekkinum, hangarinum, fabrikkini, lastini vm., har tú saman við øðrum dekkarum fæst við vanligt dekkaraarbeiði, t.d.:

  • fáast við trol og annan fiskireiðskap
  • seta og draga mátitól
  • fáast við fisk á dekkinum, fabrikkini og í lastini
  • halda skipið
  • annað fyrifallandi dekkaraarbeiði

Setanartreytir
Tú hevur galdandi prógv fyri heilsuváttan fyri sjófólk og trygdarskeið.

Dentur verður lagdur á røkiskap, góð samstarvsevni, umframt evni og hegni at samskifta.

Gott er at hava trolroyndir.

Løn sambært sáttmála millum Starvsfelagið og Fíggjarmála­ráðið.

Umsókn
Umsókn við avritum av prógvum, CV og viðkomandi skjølum skal vera Havstovuni í hendi í seinasta lagi 24. februar 2026 kl. 12.

Umsóknin skal sendast í telduposti til Havstovuna frámerkt ”Starv” á starv@hav.fo.

Nærri upplýsingar um starvið kunnu fáast við at venda sær til Hans Edmund Olsen, skipara, tlf. 27 53 09 ella Erling í Liða, reiðara, tlf. 79 39 01.

Um Jákup Sverra
Skipið, sum er bygt av MEST í 2020, er eitt tað hentasta amboðið hjá Havstovuni í sínum arbeiði at granska havumhvørvið og havtilfeingið í teimum økjum, har Føroyar hava fiskiveiðuáhugamál.

Jákup Sverri ger kanningar av havfrøði, æti, yngli, fiski o.ø. við ymsum reiðskapum og tólum. Havfrøðiligar kanningar fevna m.a. um at seta út streymmátarar, kortlegging av havbotninum, botnkanningar og seismikk. Fiskifrøðiligar kanningar verða gjørdar við botn- og uppsjóvartroli. Veiðan verður nágreiniliga kannað, og er partur av grundarlagnum undir stovnsmetingum av fiskastovnum.

Sigliætlan verður løgd fyri 1 ár ísenn. Manningin, sum telur 16 fólk, fær við ársbyrjan yvirlit yvir dagar umborð og frítíð í landi.

Meira kunning um skipið sæst her.

Líknandi størv

Barrleiðari til ’Tubbak’   Faroe Islands nýtt
7. februar 2026
Barrtænari til ’Tubbak’   Faroe Islands nýtt
7. februar 2026

Umbið Persónliga Fráboðan

Tygum fáa nú starvslýsingar sum passa til núverandi leiting.

T-post Fráboðan

T-post Fráboðan vera sendar tygum Umbið

 

Persónligi RSS Føðari

Tygara persónligi RSS Føðari er niðanfyri, avrita og set í tygara RSS lesara.
Umbið