ROÐIN ØKISTÆNASTAN
Útgivið
19. december 2022
Útgongur
1. januar 2023
Staður
Faroe Islands
Starvsstaður

Lýsing

Demenssamskipari/starvsfólk til demenstænastuna hjá Roðanum

Fyri at kunna liva upp til tørvin á tilboðum og tænastum hjá heimabúgvandi borgarum við demens, raðfestir Roðin økið og søkir eftir einum starvsfólki/demenssamskipara afturat til demenstænastuna.

Brennir tú fyri demensøkinum og fyri at skapa góð og virðilig kor fyri tey, ið eru rakt av demens og teirra familjum, so er tað tær vit leita eftir.

Roðin arbeiðir við, at gera Nes-, Sjóvar-, og Runavíkar kommunu demensvinarligar. Tænastan leggur dent á, at demensraktir borgarar og teirra familjur, fáa eina dygdargóða og demensvinarliga umsorgan. Vit arbeiða eftir málið Roðans um, at borgarar sum ynskja tað eiga at kunnu verða heima, sum longst og hava tað gott í egnum heimi - alt samdøgri. Tað setir krav um eitt gott tvørfakligt samstarv, umframt at hjálp, vegleiðing og stuðul verður sett inn í heimini, soleiðis at demensraktu familjurnar kenna seg tryggar og altíð kunnu venda sær til ein kommunalan demenssamskipara.

Demenstænastan hjá Roðanum er tænasta til heimabúgvandi borgarar, ið hava fingið staðfest demensjúku ella hava byrjandi kognitivar avbjóðingar. Endamálið er, at stuðla hesum borgarum at hava eitt gott lív við demens. Eisini er endamálið, at hjálpa borgarum og teirra familjum ígøgnum útgreinan og víðari ígjøgnum útgreiningargongdina .

Tann, ið settur verður, verður kontaktpersónur hjá hesum borgarum og teirra familju.

Fyri at tryggja eina samanhangandi og dygdargóða tænastu til hesar borgarar og teirra familjur, fer viðkomandi at arbeiða tætt saman við kommunala demenssamskiparanum og landsdemenssamskiparanum – umframt at hava eitt tætt samstarv við aðrar kontaktpersónar og fakbólkar í Roðanum.

Førleikakrøv

  • Røktarfakliga/Heilsufakliga útbúgving
  • Áhuga og hegni at vera um menniskju, ið eru rakt av demenssjúku og teirra familjum
  • Megnar at samskifta á ein virðiligan hátt, bæði við tann demensrakta, avvarðandi og starvsfelagar
  • Megnar at hava “nógvar bóltar í luftini í senn”
  • Megnar at verða í ávísum flowi og broytingum allatíðina
  • Megnar at arbeiða sjálvstøðugt
  • Hevur áhuga og førleikar til tvørfakligt samstarv.
  • Tekur ábyrgd av teimum familjum, ið tú verður kontaktpersónur hjá
  • Sær møguleikar, framum forðingar
  • Hegni/royndir at ráðgeva starvsfólk, avvarðandi og øðrum í Demens
  • KT-førleika á brúkarastøði.
  • Fyrimunur kann verða, at hava útbúgving, sum demenssamskipari

Vit kunnu bjóða tær

  • Eitt spennandi og mennandi starv
  • Góða innleiðslu og upplæring
  • Eitt fakliga sterkt og gott demenstoymi
  • Fakligar dugnaligar samstarvsfelagar
  • Góðan samstarvsanda
  • At gerast partur av toymi, sum gongur á odda at skipa og menna demenstænastuna í Roðanum
  • Góðar og mennandi arbeiðsumstøður

Meira fæst at vita
Meira fæst at vita um starvið við at venda sær til Unn Justinussen, deildarleiðara fyri Demenstænastuna hjá Roðanum, á tlf. 290213 ella við telduposti til unnj@rodin.fo

Løn-og setanartreytir
Setanarstaðið er Roðin økistænastan.

Løn og setanarviðurskifti verða sambært galdandi sáttmálar og KAF/Fíggjarmálaráðið.

Umsókn
Umsókn saman við prógvum, CV og møguligum viðmælum skal sendast við

Teldupost til rodin@rodin.fo

Umsóknin skal verða okkum í hendi í seinasta lagi 01.01.2023 kl.12.00. Vinarliga viðmerk

“starvsfólk til Demenstænastuna “ í umsóknina.

Lýsingin sæst eisini á heimasíðu okkarar: www.rodin.fo

Líknandi størv

HTU starvsfólk til MEST   Faroe Islands nýtt
31. oktober 2025
Roknskaparleiðari til Apoteksverkið   Faroe Islands nýtt
31. oktober 2025

Umbið Persónliga Fráboðan

Tygum fáa nú starvslýsingar sum passa til núverandi leiting.

T-post Fráboðan

T-post Fráboðan vera sendar tygum Umbið

 

Persónligi RSS Føðari

Tygara persónligi RSS Føðari er niðanfyri, avrita og set í tygara RSS lesara.
Umbið