Vesturvón
Útgivið
1. februar 2024
Útgongur
19. februar 2024
Staður
Faroe Islands
Starvsstaður

Lýsing

Vit ynskja at veita eina enn betri tænastu innan demensøkið, og leita tí eftir einum demenssamskipara. Vit eru ein dugnaligur samansettur starvsfólkahópur við ymiskum fakbólkum, sum hvønn dag veita eina samskipaða tænastu til borgarar í Vága – og Sørvágs kommunu.

Vit vilja saman tryggja, at borgarar fáa eina samskipaða heildartænastu, sum tekur atlit til tørv, trivna, fortreytir og sjálvsavgerðarrætt hins einstaka.

Sum demenssamskipari hevur tú ábyrgd av og skal syrgja fyri, at demenstænastan hjá okkum virkar samsvarandi okkara kjarnuuppgávum. Tú skal við støði í teimum kørmum og møguleikum sum eru, tryggja eina málrættaða, samanhangandi og dygdarmennandi tænastu, sum tekur atlit til einstaka tørvin.

Hetta er eitt spennandi starv, har tú fær møguleika at ávirka tilgongdina og tænastuna innan demensøkið.

Søkt verður eftir:

  • Demenssamskipara til fast starv á starvsbrøk 0,8

Førleikakrav:

  • Prógv og autorisatión sum sjúkrarøktarfrøðingur
  • Prógv sum demenssamskipari kann verða fyrimunur

Vit vænta at tú:

  • Er við til at styrkja tvørfakliga samstarvið internt og eksternt
  • Er við til at uppbyggja demensøkið
  • Skapar møguleikar fyri borgarar, avvarðandi og starvsfelagar innan demens
  • Stuðlar og ráðgevur
  • Er bindilið hjá borgarum við demens og familjum teirra, við til dømis at fyriskipa heimavitjanir, telefonsamrøður og avvarðandi tiltøk eins og samrøður
  • Er bindilið til kommunulækna, demensklinikk, demenstoymið, dagtilboð og aðrar viðkomandi stovnar
  • Í samstarv við landsdemenssamskiparar kunnar um og upplýsir um demens í nærumhvørvinum
  • Fyriskipar og stendur fyri undirvísing, ráðgeving og vegleiðing til starvsfelagar
  • Fyriskipar og stendur fyri undirvísing- og samrøðubólkum fyri borgarum, makum og børnum/øðrum avvarðandi
  • Stendur fyri at savna starvsfelagar við demensútbúgving og hava regluligar fundir í toyminum
  • Skjalfestur í 3V-skipan okkara
  • Ger mannagongdir fyri røktarætlan og lívssøgu hjá tí demensrakta saman við viðkomandi starvsfeløgum
  • Virkar fyri at fremja eitt gott umhvørvi og trivna

Vit bjóða tær:

  • Eitt gott og spennandi arbeiðspláss við eldhugaðum starvsfólkum
  • Ein fakligan spennandi og mennandi gerandisdag
  • Fjølbroyttar og avbjóðandi arbeiðsuppgávur
  • Góða innleiðslu

Meiri fæst at vita:
Nærri fæst at vita um starvið, við at venda sær til Jóngerð M. Nielsen, stjóra á tlf. 793201 ella á jongerd@vesturvon.fo

Setanarviðurskifti:
Løn og setanartreytir eru sambært sáttmála millum KAF/Fíggjarmálaráðið og Felagið Føroyskir Sjúkrarøktarfrøðingar.

Umsóknir:
Umsókn við prógvum, autorisatión, v iðmælum og øðrum viðkomandi skjølum skulu sendast til: vesturvon@vesturvon.fo viðmerkt “Demenssamskipari”

Umsóknarfreistin er 18. februar 2024

Líknandi størv

Lærarastarv í Stranda skúla   Faroe Islands nýtt
3. marts 2026

Umbið Persónliga Fráboðan

Tygum fáa nú starvslýsingar sum passa til núverandi leiting.

T-post Fráboðan

T-post Fráboðan vera sendar tygum Umbið

 

Persónligi RSS Føðari

Tygara persónligi RSS Føðari er niðanfyri, avrita og set í tygara RSS lesara.
Umbið