Landssjúkrahúsið
Útgivið
31. marts 2023
Útgongur
12. april 2023
Staður
Faroe Islands
Starvsstaður

Lýsing

Til Familjudepilin verður søkt eftir depilsleiðara við læknafakligari bakgrund, at byrja 1. apríl 2023 ella eftir nærri avtalu.

Um Familjudepilin
Familjudepilin er skipaður í fýra klinisk fokusøkir.

Eindirnar eru Barnakonueindin, Gynekologi, Børn og Ung somatik og Børn og Ung psykiatri.

Familjudepilin er stovnaður við tí endamáli, at stuðla undir alla tilgongdina hjá barnakonuni, barnafamiljuni og børnum og ungum, frá gitnaði til barnið er 18 ár, umframt kvinnuheilsu/gynekologi.

Fokus er á sjúklingagongdir og funktiónir, har dentur verður lagdur á tvørfakliga fyribyrging, stuðul, kanning, viðgerð, uppfylging og trivnað.

Familjudepilin er stovnaður við tí endamáli at stuðla undir alla tilgongdina hjá barnakonum og barnafamiljum, børnum og ungum, frá gitnaði til barnið er 18 ár. Hesin depil brýtur frá hinum klinisku deplunum soleiðis, at hann byggir á sjúklingagongdir og funktiónir, heldur enn viðgerðarhættir og fakbólkar.

Ábyrgdarøkið
Vit sóknast eftir eldhugaðum og álitisvekjandi leiðara, sum eru málsøkin og hevur áræði til, saman við depilsleiðaranum við heilsufakligari bakgrund, at standa á odda í arbeiðinum við at menna og leiða depilin. Tað er umráðandi, at tú hevur hug og evni til at samstarva í eini javnbjóðis, har loyalitetur og opinleiki stuðla undir avgerðir, ið verða tiknar.

Sum depilsleiðari skalt tú, saman við tínum starvsfelaga, seta mið og mál fyri virksemi á deplinum. Og tit skulu tryggja og menna fakliga og fyrisitingarliga dygd í tænastuni. Depilsleiðararnir mynda í felag depilsleiðsluna á Familjudeplinum og avloysa hvønn annan, tá ein er burtur.

Depilsleiðslan hevur, í tráð við strategiina hjá Landssjúkrahúsinum, ábyrgdina av starsvfólkaleiðslu og er stigtakari til menning og útbúgving av øllum starvsfólkabólkum á deplinum.

Depilsleiðslan skal planleggja, samskipa og fáa sum mest burturúr rakstrinum og tilfeingisnýtsluni, soleiðis at tað verður veitt ein so góð tænasta til brúkaran sum møguligt innan ásettu karmar.

Sum depilsleiðari skalt tú:

  • seta mál, optimera og tillaga tænastur til framtíðar tørv og krøv, við atliti til tillutaða tilfeingið
  • tryggja karmar fyri dagliga rakstrinum og at kunna meta um býtið av tilfeinginum i serstøkum og akuttum støðum
  • verða skynsamur og ábyrgdarfullur leiðari, m.a. við atliti til starvsfólkatrivnað, røkt og menning
  • fremja og stimbra tvørfakligt samstarv og samskifti, bæði innan- og uttanhýsis
  • góðskutryggja og menna virksemið
  • gera flytiætlanir tá flutt verður í H bygningin og skipa arbeiðsuppgávur
  • virka miðsavnandi fyri øll fakøkir
  • verða fíggjarliga tilvitaður og tryggja at játtanin verður hildin
  • samstarva og loysa uppgávur tvøtur um deildir og sjúkrahús

Vit leggja dent á:

  • At tú hevur góðar leiðsluførleikar
  • At tú hevur góð samskiftis- og samstarvsevnir
  • At tú ert stigtakari innan fakliga og organisatoriska menning
  • At tú hevur evni at raðfesta og samskipa arbeiðið
  • At tú hevur góð analytisk evni

Depilsleiðarin við læknafakligari bakgrund skal verða útbúgvin serlækni innan eitt av serøkjunum á deplinum (Gynækologi/Obstetrik, Pædiatri, Barna- og ungdómspsykiatri). Væntast kann at yvirlæknin eisini hevur kliniskar uppgávur á deplinum eftir tørvi, hetta verður fyriskipað í samráð við hin depilsleiðaran.

Starvs- og setanartreytir:
Sum depilsleiðari vísir tú til stjórn á Landssjúkrahúsinum.

Lønar- og setanarviðurskifti eru sambært sáttmála millum Fíggjarmálaráðið og Serlæknafelag Føroya. Og kann verða áramálsetan um tænastumaður søkir.

Nærri upplýsingar um starvið eru at fáa við at venda sær til Tummas í Garði, varastjóra á tlf.: 234592, teldupost: tumga@ls.fo

Vinarliga søk starvið her.

Umsóknarfreistin er 12.04.23

Á okkara heimasíðu www.ls.fo kanst tú síggja okkara visjón, missión og strategimál undir leinkjuni ”um stovnin”

Sjúkrahúsverkið fevnir um tey trý sjúkrahúsini Landssjúkrahúsið, Klaksvíkar sjúkrahús og Suðuroyar sjúkrahús. Okkara uppgáva er at veita øllum dygdargóðar heilsutænastur, ið fevna frá gitnaði til seinastu fráferð.

Vit eru trý sjúkrahús, sum samskifta, virka og skapa eftir felags virðum. Í Sjúkrahúsverkinum vísa vit virðing fyri sjúklingunum, avvarðandi og starvsfólki, og miða altíð eftir at veita rættstundis sjúkugreinan og viðgerð við skipaðum sjúklingagongdum.

Sjúkrahúsverkið er eitt fjølbroytt arbeiðspláss, har virðini stev, áræði og flog, eru okkara kumpass, sum vit brúka í okkara yrki í gerandisdegnum. Í Sjúkrahúsverkinum starvast út við 1.200 starvsfólk innan 30 ymiskar fakbólkar.

Líknandi størv

Umbið Persónliga Fráboðan

Tygum fáa nú starvslýsingar sum passa til núverandi leiting.

T-post Fráboðan

T-post Fráboðan vera sendar tygum Umbið

 

Persónligi RSS Føðari

Tygara persónligi RSS Føðari er niðanfyri, avrita og set í tygara RSS lesara.
Umbið