Landssjúkrahúsið
Útgivið
26. maj 2023
Útgongur
14. juni 2023
Staður
Faroe Islands
Starvsstaður

Lýsing

Vilt tú standa á odda fyri leiðslu, fyrisiting, samskifti og menning í einum skundmiklum kliniskum arbeiðsumhvørvi?

Medisinski depilin søkir eftir dugnaligum og virkisfúsnum depilsleiðara við sjúkrarøktarfrøðiligari bakgrund til setan 1. august 2023 ella eftir avtalu.

Vit sóknast eftir einum eldhugaðum og álitisvekjandi leiðara, sum er málsøkin og hevur áræði til, saman við leiðandi yvirlækna, at standa á odda í arbeiðinum at leiða og menna depilin. Tað er umráðandi, at tú hevur hug og evni til at samstarva í eini toymisleiðslu, har loyalitetur og opinleiki stuðla undir avgerðum, ið verða tiknar.

Vit ynskja ein leiðara sum er fyrikomandi, og hevur lætt við at skapa relatiónir tvørtur um deildir og sjúkrahús. Tú hevur nærlagni og brennur fyri, at starvsfólk tíni mennast og eydnast, bæði sum einstaklingar og sum toymi. Tú dugir at motivera og skapa samfesti í einum fjøltáttaðum dagligdegi og stuðlar soleiðis undir, at ásett mál fyri Sjúkrahúsverkið verða rokkin.

Sum leiðari á Medisinska deplinum kanst tú vænta eitt spennandi starv, við nógvum dugnaligum starvsfeløgum. Hóast ferðin er høg, verður stórur dentur lagdur á fakliga støðið og at vit hava umsorgan fyri einstaka sjúklinginum.

Medisinski depilin tekur sær av kanningum og viðgerðum av medisinskum sjúkum, umframt øðrum sergreinum, sum marka upp at intern medisin.Á deplinum eru  nógvar ymiskar sergreinar: kardiologi, lungasjúkur, neurologi, nefrologi, reumatologi, endokrinologi og diabetes, gastroenterologi, onkologi, hæmatologi, dermatologi, infektiónsmedisin, palliatión, umframt samfelags/arbeiðsmedisin.

Fysio- og ergoterapideildin, umframt eitt toymið mannað við sálarfrøðingi, neurosálarfrøðingi og logopedum, sum hava tvørgangandi arbeiðsupgávur á teimum ymsu deplunum og í Sjúkrahúsverkinum, eru staðsett á Medisinksa deplinum.

Steno Miðstøðin er staðsett á Mediskinska deplinum og depilsleiðslan hevur yvirskipaðu leiðsluna á Steno Miðstøðini.

Tríggjar seingjardeildir og eitt umfatandi medisinskt ambulatorii er á deplinum. Væntandi flyta vit í nýggja H-bygningin í 2024. Hetta viðførir broytingar á fleiri økjum, sum komandi depilsleiðarin fer at eiga stóran leiklut í at útføra og fáa at hepnast.

Afturat hesum hevur depilsleiðarin ábyrgd av læknaskrivarum og læknaligum konsulentum, sum javnan arbeiða á Medisinska deplinum.

sí lýsing her

Líknandi størv

Umbið Persónliga Fráboðan

Tygum fáa nú starvslýsingar sum passa til núverandi leiting.

T-post Fráboðan

T-post Fráboðan vera sendar tygum Umbið

 

Persónligi RSS Føðari

Tygara persónligi RSS Føðari er niðanfyri, avrita og set í tygara RSS lesara.
Umbið