Klintra
Útgivið
12. juli 2024
Útgongur
11. august 2024
Staður
Faroe Islands

Lýsing

Klintra er veitari av føroyskum kritiskum infrastrukturi, og sóknast vit eftir mennara við áhuga í og royndum innan DevOps, ið kann vera við til at effektivisera og automatisera menning og rakstur av okkara skipanum.

Arbeiðsøkið fevnir um:

  • skipan av automatiseringum í menning og rakstri (CI/CD),
  • menning av monitoreringskipanum og
  • skipan og handfaring av sleppingum og dagføringum.

Vit ímynda okkum, at tú:

  • hevur royndir sum ábyrgdari av virkandi KT-skipanum,
  • trívist í einum umhvørvi har dentur verður lagdur á KT-trygd og rakstrarstabilitet,
  • hevur royndir við bæði Linux og Microsoft hýsing og
  • hevur lokið útbúgving innan KT á kanditat- ella bachelorstøði.

Um tú ert starvsfelagin, ið vit sóknast eftir, bjóða vit:

  • góða løn og setanartreytir eftir nærri avtalu,
  • eitt gott fakligt umhvørvi á høgum støði og
  • góðar, hugvekjandi og dugnaligar starvsfelagar.

Vit bjóða eitt áhugavert starv við góðum møguleikum hjá tær at mennast og at seta egnan dám á.

Um tú heldur, at tú ert persónurin, sum vit sóknast eftir, send so umsókn við prógvum og ævilýsing til Jógvan K. Glerfoss, stjóra, á jkg@klintra.fo. Umsóknin skal verða okkum í hendi í seinasta lagi fríggjadagin 9. aug. 2024.

Ring til Jógvan á tlf. 794 287 um tú ynskir at hoyra nærri!

Umbið Persónliga Fráboðan

Tygum fáa nú starvslýsingar sum passa til núverandi leiting.

T-post Fráboðan

T-post Fráboðan vera sendar tygum Umbið

 

Persónligi RSS Føðari

Tygara persónligi RSS Føðari er niðanfyri, avrita og set í tygara RSS lesara.
Umbið